Mórits Heini, Heðin, Sonni og Pætur úttiknir til U-15 landsliðið

Seinastu tvey árini hevur føroyska U15-landsliðið við dreingjum luttikið í Brøndby Cup í Danmark, og soleiðis verður aftur í ár. Kappingin byrjar leygardagin 27. juli og endar hósdagin 1. august.

Í hesum sambandi hava U15-landsliðsvenjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen, úttikið 18 leikarar, ið skulu umboða Føroyar til Brøndby Cup 2013.

Teitur Holm, HB
Hannis Agnarsson og Bjarni Petersen, B36
Pauli Sivertsen, KÍ
Arnbjørn Svennsson, Bárður á Reynatrøð, Tonni Thomsen, Mikal á Reynatrøð og Fannhard Skoradal, Víkingur
Andre Benjaminsen, B68
Pætur Hentze, Mourits Heini Mortensen, Heðin Nielsen og Sonni Mikkelsen, NSÍ
Oskar í Haraldstovu Weihe og Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
Svein Knút Vesturdal Magnussen, Vejle Boldklub (DK)
Kristian Eliasen, Randers FC (DK)

Sum liður í fyrireikingum til Brøndby Cup 2013, verður skipað fyri venjing á Tórsvølli sunnudagin 23. juni, og venjingarlegu í Skálavík vikuskiftið 19. til 21. juli.

Føroyska ferðalagið flýgur úr Vágum fríggjadagin 26. juli, og verður aftur í Føroyum hóskvøldið 1. august.

Sum tað sæst eru fýra evnaríkar leikarar úr NSÍ úttiknir til U-15 landsliðið:

Talan er um hesar leikararnar:

Mórits Heini Mortensen, Heðin Nielsen, Pætur Hentse og Sonni Mikkelsen.

Allir eru teir partar av tí U-14  liðnum sum fyrradagin tryggjaði sær pláss í steypafinaluni á Tórsvølli í august. Teir vóru eisini við á liðnum sum vann FM fyri dreingir U-14 í fjør.

Liðmynd: NSÍ a dreingir U-14 sum leiktu seg í steypafinaluna leygardagin.

Afv. Pætur, Rani, Sjúrður Pauli, Sonni, Mórits Heini, Benjamin og Harry venjari.

Fremst frá vinstru: Heðin, Jógvan, Kári, Petur Sjúrður, Aron og  David.

Líknandi tíðindi