Betri-liðini | Felagið | Tíðindi

20-05-13 NSÍ- Víkingur 3-0

Okkara menn vunnu ein rímuliga tryggan 3 – 0 sigur á Víkingi í dag. Tað var eitt frískt lot úteftir vøllinum og okkara spældu undan vindinum í fyrra hálvleiki. Lotið gjørdi at nógv vandamikil hornaspørk vóru at síggja. Sæð yvir allan dystin var NSÍ rætti vinnarin í dag og sigurin viðførir at vit býta pláss við Víking og eru nú á 4. plássi i Effodeildini.

 

Tað var Jann Martin sum legði okkara menn á odda í 8. minutti, við beinleiðis hornasparki úr vinstru síðu, umvegis eitt víkingahøvd.

 

Víkingar spældu annars nógv við longum sendingum og ein av hesum mundi givið úrslit, tá Finnur gjørdist leysur í 9. minutti, men hann fekk ikki skot á bóltin. Í 12. min. er tað Einar sum spælir Árna, sum leggur innfyri til Klæmint, men skallarin fer framvið. Løtuna aftaná er Pól Johannus ígjøgnum, men skotið verður blokkerað út til hornaspark. Í 18. min. hava Víkingar langskot, sum Kristian loftar. Í 19. min. hevur Árni langskot, sum fer beint framvið. Í 26. min. eru víkingar í góðari støðu, men fáa ikki skot á. Í 27. min. spælir Jonhard hegnisliga inn í brotsteigin til ein púra leysan Árna, men Geza stórbjargar skotroyndini.

 

Aftaná langt NSÍ álop í 34. min. er tað Einar sum roynir seg við langskoti beint framvið málinum. Í 35. min. er tað Andy sum skjýtur framvið málinum. Í 37. min. hevur Finnur skotroynd sum verður blokkerað út til hornaspark. Víkingur trýsti og fekk fleiri hornaspørk uppí slag hesa løtuna. Í 42. min. spælir Pól Johannus Jann Martin leysan. Hann rekur inn ímóti málinum, Geza kemur út ímóti, men bólturin endar aftanfyri baklinjuna. Í 45. min. roynir Andy seg aftur við skoti, sum Geza bjargar út til horna.

 

Í 1. min. av seinna hálvleiki er tað Klæmint, sum roynir seg við skoti sum Geza loftar. Vindurin gjørdi sum sagt at hornaspørkini suðureftir blivu rættuliga vandamikil. Eitt av hesum fekk Vikingur í 8. minutti. Løtuna aftaná fær Einar fríspark á hálvari Víkingahálvuni, sum Árni leggur innfyri har fleiri fylgja upp, men blíva akkurát ov stuttir og bólturin fór tískil framvið og út til málspark. Í 12. min. fær Klæmint langa sending, sum hann við hælinum leggur aftur til Árna, sum skjýtur, men ein fótur kemur í vegin og bólturin fór út til horna. Í 14. min. hava Vikingar skot, sum Kristian lættliga tekur sær av. Í 15. min. spælir Jonhard Árna og fær bóltin aftur. Dregur inn í brotsteigin, men innleggið verður blokkerað til horna. Beint aftaná hevur Pól Johannus skotroynd sum verður blokkerað, bólturin stakk til Jann Martin sum skeyt omanfyri. Í 19. min. endar frálíkavæl gjøgnumspælt NSÍ álop ímillum Andy Klæmint og Jann Martin við innleggi, har Árni verður akkurát ov stuttur og Geza tekur. Í 69. min. royna Vikingar seg við langskoti sum fer framvið. Í 78. min. er tað Klæmint sum í góðari støðu roynir seg, men skotið fer framvið og løtuna aftaná er Klæmint aftur á rætta stað við skallara í fangið á Geza.

 

Í 87. min. leggur Andy okkum á sigurskós. Málið kom aftaná frálíka fríspæling frá Jann Martini úti á miðjuni, har Andy bleiv leysur í høgru síðu. Dróg inn ímóti málteiginum og plaseraði bóltin í handaru málsíðu og so var støðan 2 – 0.

 

Í 90. min. bleiv sigurin endaliga staðfestur við einum máli afturat. Álopið byrjaði afturi í vinstra borði hjá Einar, sum legði frameftir til Debes sum dróg frameftir, legði tvørturum til Klæmint, sum spældi víðari til Andy, sum legði innaftur til Klæmint, sum dróg eitt sindur til høgru og langaði flatt í handaru málsíðu.

 

Samanumtikið ein uppiborin sigur til okkara menn í dag. Sigurin viðførir at vit nú eru á 4. plássi í Effodeildini.

 

Næsti dystur er næsta sunnudag á útivølli ímóti KÍ.

 

Saman standa vit sterk !

 

NSÍ – Víkingur 3 – 0 ( 1 – 0)

 

0 – 1 Jann Martin Mortensen 8

0 – 2 Andy Ó. Olsen 87

0 – 3 Klæmint A. Olsen 90

 

Liðið hesaferð:

Kristian, Jonnhard, Pól Johannus, Jens, Einar, Sjúrður (Magnus 87’), Andras, Jann Martin (Debes 89’), Árni, Andy og Klæmint

Myndin tikin av Johnny Lamhauge

 

Líknandi tíðindi