Jacob Trenskow er nýggjur NSÍ-leikari.

Jacob Trenskow hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri kappingarárið 2021 og 2022. Jacob er ein ungur og sera evnaríkur miðvallari. Jacob er uppvaksin í ungdómsdeildunum hjá AGF, og hevur seinastu tíðina verið partur av Superligahópinum hjá AC Horsens.

Nú kunnu vit fegnast um at Jacob Trenskow er komin til felagið, og ynskja honum hjartaliga vælkomnum og bestu eydnu í gulu blusuni.

Líknandi tíðindi