Leikarin: Jann Martin Mortensen

Navn: Jann Martin Mortensen
Føddur: 18.07.89
Hagtøl hjá Jann Martin á faroesoccer.com
Stað á vøllinum: Miðvøllur
Høgra ella vinstra bein: Mest høgra, men kann brúka bæði
Starv: Stuðul í Runavíkar Kommunuskúla og starvist í Reklamuhúsinum
Frítíðarítriv: Sjónvarpið og teldan
Yndis matur: Føroyskur matur, ræst kjøt, lippir – nummar 12 hjá Rafik er eisini góð 😉
Yndis tónleikur: Eg kann lurta eftir øllum – heilt frá gangsta til Rasmus Seebach
Yndis sjónvarpssending: Two and a half men og Californication
Títt fyrsta fótbóltsminni? Frá tí eg dugdi at ganga, sparkaði eg við babba (Trygva Mortensen). Eg minnist einaferð, at babba fekk reytt kort á Toftum. Eg fór lippandi niðan í umklæðingarrúmið til hansara. Hetta hevur ivaleyst fest seg hjá mær – tí eg havi ongantíð fingið reytt kort sjálvur – higartil. Annars minnist eg, at vit spældu Jens, Jann Martin og Øssur móti rest.
Føroya besti leikari? Christian Høgni Jacobsen
Heimsins besti leikari? Zinedine Zidane
Yndislið í Premier League: Manchester United
Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við? Einar
Harðast undir venjing? Sjúrður Jacobsen
Hevur tú nakra damu? Nei
Seinasti filmurin tú sá? You’ve Got Mail
Yndis teknifilmur? Happy Feet
Yndis grønsak? Jarðber
Hvar dámar tær at ferðast? Eg kundi hugsað mær at farið við góðun kompaníi til Kypern, Australia ella Thailand
Hvat er tín yndis keks/kaka? Grøna keks og banankaka
Yndis sodavatn? Faxe Kondi
Hvat kostar eitt rugbreyð? 26,50
Te ella kaffi? Kaffi
Dugir tú at binda slipsaknút? Ja, tað man vera á rættari leið

[nggallery id=202]

Líknandi tíðindi