Hópurin komandi ár byrjar at líkjast


Hesar dagarnar síðani kappingarlok hevur verið arbeitt hart við at gera sáttmálar fyri komandi ár.

Við einum frálíkum triðjaplássi í landskappingini, og til tíðir sera góðum spæli, er eyðsæð, at hópurin frá í ár er eitt gott útgangsstøði.

Á ársveistluni í gjárkvøldið kundi nevndin avdúka, at avtalur eru gjørdar við Paula og Boga um at halda fram sum venjarar hjá Vodafone-liðinum.

Hóast tað er púra sjálvsagt, at áhugin at fáa okkara evnaríku leikarar til onnur feløg er stórur, er higartil greitt, at nakrir longu hava tikið støðu at satsa uppá NSÍ komandi ár eisini. Tí kundu eisini hesir NSÍ-leikarar avdúkast:

András Gango
Kristian Joensen
Jens Joensen
Per Langgaard
Magnus Pauli Sørensen
Jann Ingi Petersen
Heðin á Lakjuni
Jústinus R. Hansen
Jann Martin Mortensen
Debes Danielsen
Viggo Hansen
Arni Gregersen
Christian Høgni Jacobsen
Klæmint A. Olsen
Árni Frederiksberg

Arbeitt verður áhaldandi við at styrkja um hópin, men hetta úrvalið skuldi longu borgað fyri spennandi og undirhaldandi fótbólti her heima og í Evropa League komandi ár eisini.

Líknandi tíðindi