Betri-liðini

Klæmint og Kristian við landsliðinum á La Manga

Tvær av okkara ungu stjørnum, Kristian Joensen og Klæmint A. Olsen, eru í hesum døgum á venjingarlegu við føroyska a-landsliðinum á La Manga.

Føroyar leiktu málleysan javnleik móti Real Murcia úr næstbestu sponsku deildini í gjár. Og í morgin skulu Føroyar og La Union úr triðbestu sponsku deildini spæla.

Umframt okkara Klæmint og Kristian eru eisini hesir lokalu spælararnir við: Bogi Løkin, Jóhan Troest Davidsen, Jústinus R. Hansen og Viljormur í H. Davidsen.

Líknandi tíðindi