Betri-liðini

Mamuka dagsins maður móti Víkingi

Fyri aðru ferð á rað hava tit valt Mamuka til dagsins mann, hesaferð í dystinum móti Víkingi, sum vit taptu 3-2 í Gøtu seinasta fríggjakvøld. Jann Martin legði okkum á odda í fyrra hálvleiki, og Jens skoraði eitt mál móti dystarenda.

Mamuka fekk 21% (42 atkv.), Razak fekk 12% (24 atkv.) og Jens fekk 11% (22 atkv.). Tilsaman 203 atkvøður vórðu givnar.

Mamuka var saman við Christian Høgna eyðsýndur í lívliga álopsfótbóltinum í fyrra hálvleiki, har vit í stóran mun sótu á dystinum. Í mun til seinast spældi Mamuka í álopinum, eftirsum Klæmint var leikbannaður. Í øðrum hálvleiki skifti dysturin, soleiðis at vit brádliga vóru undir trýsti. Jens stríddist manniliga, og fekk eitt mál í yvirtíðini.

Vit ynskja Mamuka, Razak, Jens og ølum hinum góða eydnu í dystinum móti B68 við Løkin í kvøld.
[poll id=”4″]

Líknandi tíðindi