Jústinus aftur hjá NSÍ

Eftir at hava verið burturi frá føroyskum fótbólti í hálvtannað ár, er Jústinus R. Hansen komin aftur til barndómsfelagið, NSÍ, sum hann hevur gjørt sáttmála við fyri komandi kappingarárið.

Tað verður tó ikki frá kappingarbyrjan, at 28 ára gamli miðvallarspælarin verður tøkur hjá NSÍ, tí hann hevur fyri kortum verið lagdur undir skurð í fótinum, og nú er endurvenjing á skránni.

Jústinus R. Hansen hevur spælt 195 dystir í bestu mansdeildini og skotið 12 mál, umframt at hann hevur spælt 23 steypadystir og skotið eitt mál har. Eisini á A-landsliðnum hevur hann roynt seg, tí hann er skrásettur fyri fýra dystir.

Burtursæð frá tveimum triðingum av kappingarárinum 2012, tá Jústinus var ein av fleiri innanmonnum, ið royndu eydnuna í B68, hevur hann altíð spælt við NSÍ. Nú hann í hálvtannað ár hevur búð í Ålesund í Norra, hevur hann spælt við lokala felagnum Spjelkavik Fotball.

Grein: in.fo/Hilmar Jan Hansen

Líknandi tíðindi