Nú byrjar steypakappingin!
Í morgin (flaggdagin) er fyrsta umfar í steypakappingini. NSÍ møtir AB við Løkin í morgin kl 17.00.
Møtið nú upp og stuðli teimun gulu, so at mennirnir merkja uppbakking frá øllum NSÍ viðhaldsfólkið í morgin. Hettar er ein dystur sum skal vinnast, og vit ynskja øll at uppliva eina steypafinalu aftur í 2018.
Koyr á NSÍ! SAMAN STANDA VIT STERK!
PS: Árskortini eru ikki galdandi til steypakapping!