Gángó dagsins maður móti Fulham

Summarteðgur hevur verið, og seinna hálva av Vodafone-kappingini nærkast nú av álvara. Niðurteljingin er byrjað til útidystin móti HB Ólavsøkudag.

Síðani seinna Europa League dystin móti Fulham, á Svangaskarði 7. juli, sum endaði 0-0, hava tit havt høvi at atkvøða fyri dagsins manni.

Sum verða man var meginparturin av spælinum á okkara hálvu, og sæst hetta aftur í teimum, sum tit hava sett ovast.

Greiði vinnarin gjørdist okkara stjørnumálmaður András Gángó, sum helt málið reint móti alskyns Premier League áleyparum. András fekk heili 40 % (154 atkv.) av teimum givnu 385 atkvøðunum.

Líka so greitt á øðrum plássi kom Helgi L. Petersen, sum leikti ein branddyst í miðverjuni. Helgi fekk 28 % (107 atkv.). Einar T. Hansen var á triðja plássi við 6 % (22 atkv.).

NSÍ og HB spæla í Havn nú fríggjadagin, og vóna vit, at fólk møta manssterk í Gundadali til tann dystin. Í seinnu hálvu telur hvør sigur og hvørt stig í kappingini um endaliga úrslitið.
[poll id=”15″]

Líknandi tíðindi