Enn ein leikari longt sáttmálan við NSÍ, Per Langgaard hevur skrivað undir!
Per Langgaard hevur í kvøld skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÍ. Per hevur í ár leikt í miðverjuni hjá NSÍ, og hevur verið ein av stuðulsleikaranum, og vit fegnast um, at hann nú hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála.
Per er 26 ára gamal og hevur leikt 92 dystir í bestu deildini, 13 í stepakappingini og 5 Evropa Leage dystir.
Vit ynskja Per tillukku við nýggja sáttmálanum, og góða eydnu í NSÍ.