NSÍ skal møta Gefle IF

Lutakast hevur verið um fyrstu tvey umførini í Europa League í Nyon í dag.

NSÍ skal møta svenska liðinum Gefle IF í fyrsta umfari, ið verður leikt á ovara vølli í Gundadali hósdagin 1. juli og á Råsunda leikvøllinum í Stockholm hósdagin 8. juli.

Gefle IF kvalifiseraði seg til kappingina vegna Fair Play, t.v.s. at teir fingu fægst kort í bestu svensku deildini í fjør. Teir endaðu annars nummar 10 í Allsvenskan í fjør, og liggja í løtuni á einum 11. plássi av teimum 16 liðinum í kappingini. Seinastu fimm dystirnar hava teir vunnið ein, spælt tríggjar javnar og tapt ein.

Um tað eydnast okkum at koma víðari, skulu vit møta vinnaranum av dystunum millum FC Dinamo Tbilisi og FC Flora Tallinn. Hesir dystirnir verða leiktir hósdagarnar 15. og 22. juli. Um so verður, skulu vit leika á útivølli fyrra dagin og heima seinna dagin.

Vit síggja spent fram til Europa League luttøkuna. Lutakastið í dag var gott. Vit vóna, at nógv fólk fer at stuðla okkara liði heima eins og úti í kappingini.

Á myndini eru Sølvi og stjórin í Gefle IF, Eva von Schéele-Frid, uttan fyri UEFA-høvuðsborgina í Nyon.

Líknandi tíðindi