Betri-liðini

Endiliga! NSÍ – B36 3-1

Frásøgn: Valdi Olsen

NSÍ – B36, sunnudagur 20.05.2012.

Frøðin var stór á okkara leikarum, sum viðhaldsfólki, tá Alex Troleis floytaði fyri seinastu ferð í dagsins dysti, við Løkin, millum NSÍ og B36. Veðrið var onki at reypa av, væl av vindi og regn.

Teir sum byrjaðu fyri NSÍ vóru: Kristian, Monrad, Jens, Pál, Sjúrður, Ari, Óli, Andrass, Árni, Magnus og Klæmint.

B36 kom betur frá byrjan, og sá  tað út til at teir ætlaðu ikki onki í Runavík ídag. NSÍ smæddust tó ikki burtur. Í 8 min kom Klæmint at standa væl fyri inni í brotsteiginum, men skotið eydnaðist ikki hjá Klæminti. Løtu seinri er tað Lucas sum driblar væl, men skotið gerst ikki vandamikið.

Í 14 min stríðist Árni væl úti í vinstru síðu, skotstøðan bleiv sera spísk og bólturin tók uttaru síðu av nærmastu stong.

B36 trýstir okkum nakað næstu løtuna, og okkara menn hava nakrar skeivar avleveringar, sum eru um at gerast til vandastøður.

Tá hálvur tími var spældur missa vit bóltin og endin verður at Lukasz kemur til sera góða skotstøðu, men Kristian bjargaði meistarliga. Lítla løtu seinri fær Magnus bóltin nakað uttanfyri brotsteigin, hevur góða tíð og velur so at høgga til, so at siga øll høvdu fingi armarnar uppum høvdið, men bólturin tók samankomingina, og fór út.

NSÍ byrjaði nú at taka yvir og komu okkara menn til skotstøður, har Andrass tað einu ferðina kemur til skot, men bólturin fer uppum.

Í 37 min koma okkara menn á odda. Vit vinna bóltin høgt uppi á vøllinum, Magnus rekur og finnur sera hegnisliga Árna. Árni ger skjótt, smekkar til og bólturin fer undir málverjan hjá B36 og í mál.

Í 42 min noyðist Jonas hjá B36 út við skaða, og inn fyri hann kom Herbert.

Tá 43 min eru spældir átti NSÍ at komi uppá 2-0. Árni spælir væl inn fyri til Magnus, men hann rakar ikki bóltin nóg væl, og blívur tann stóri møguleikin tíverri ikki umsettur til mál.

Hálvleikstøðan var sostatt 1-0 til NSÍ. NSÍ hevði havt vindin í ryggin, og hetta merkti nakað útsparkini hjá B36 málverjanum.

Okkara hava fleiri ferðir í ár havt leiðslu til hálvleiks, men vit kenna hvussu hørð lagnan hevur verið ímóti okkum í øðrum hálvleiki. So viðhaldsfólkini vistu at hetta var langt og frá liðugt.

Annar hálvleikur byrjar nakað sum tann fyrri, vindurin var nú beint ímóti, so væntandi blivu vit lagdir undir trýst beinavegin. Tó so, so var hetta nokk ikki dagurin hjá føroyameistarunum. Spælið gekk ikki nóg skjótt fyri seg, og hetta passaði okkara monnum væl eftirsum at vit vóru á odda. Onki skal tó takast frá B36, teir góvu ikki upp og spenningur kom eisini í dystin.

Í 62 min tekur Súni fríspark fyri B36, skotið er hart, men beint á Kristian sum bjargar bóltinum uppum málið. Løtu seinri fær B36 hornaspark sum Súni eisini tekur, hart innfyri, okkara Klæmint skal skjóta bóltin vekk, men onkursvegna endar bólturin í málinum hjá okkum. 1-1.

Nú mundu fleiri av okkara viðhaldsfólkum, vænta at søgan enn einaferð fór at endurtakað seg, men í dag vístu okkara menn sera góðan vilja og eina trúgv uppá seg sjálvar.

Spælið var rótut næstu løtuna har B36 royndi mest, men uttan at koma til nakað serligt.

Í 73 min er Ari sera vakin og vinnur bóltin í uppspæli frá B36. Ari spælir bóltin væl fram til Klæmint sum dregur frá verjuleikaranum og leggur bóltin væl í handaru síðu av málinum 2-1. Frøðin var øðilig á teimun gulu.

B36 kláraði ikki at svarað aftur og í 85 min kemur Andrias á Líknargøtu til sera góða støðu inni í brotsteiginum og velur at senda bóltin víðari til ein púra frían Árna sum eirindaleysur skorar til endaúrslitið 3-1. Sera væl gjørt av Andrias sum var komin inn fyri ein sera vælleikandi Andrass.

Alt í alt, var tað vist uppiborið at NSÍ vann dagsins dyst, serliga tá hugsa verður um innsatsin sum okkara menn løgdu fyri dagin. Eisini var tað sera tydningarmiki at fáa 3 stig á kontoina, soleiðis at gloppið ikki bleiv for stórt upp til tey nærmastu liðini.

Sera væl kempa dreingir.

Hagtøl:

1-0: 37 min, Árni Frederiksberg

1-1: 62 min, Klæmint Olsen (sjálvmál)

2-1: 73 min, Klæmint Olsen

3-1: 85 min, Árni Frederiksberg

Nakrar myndir frá dystinum, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=210]

Líknandi tíðindi