Eitt stig í jøvnum dysti

Í góðum fótbóltslíkindum tók NSÍ ímóti TB við Løkin í Runavík í dag. Eitt lítið lot var, sum TB hevði í ryggin í fyrra hálvleiki.

Nakað av áskoðarum vóru til dystin og parturin hjá TB-áskoðarunum lá ikki eftir.

Hesir mannaðu NSÍ-liðið í dag: Kristian, Monrad, Jónhard, Pól Jóhannus, Einar, Magnus, Andras (72 min: Sjúrður), Andy, Jann Martin (78 min: Debes), Árni og Klæmint.

TB legði bragdliga fyri og hevði yvirvág í leiki stóran part av fyrra hálvleiki. Ungi framherjin hjá TB, Poul Ingason, var lívligur í byrjanini av dystinum og kom nakrar ferðir í góðar støður, tó uttan at gerast ordiliga vandamikil.

NSÍ var ikki so ofta gestur í TB-brotsteiginum í fyrra hálvleiki, men áttu tó størsta møguleikan í fyrra hálvleiki. Árni spælir í 17. minutti ein góðan bólt inn um TB-verjuna, har Andy toygdi seg og fekk skot á, men bólturin fór upp um málið aftanfyri Ivan Stojkovic.

Nakrar atsóknir vóru restina av fyrra hálvleiki, men rættiliga vandamikið bleiv ongantíð. Ta einu ferðina varð Klæmint spældur leysur í vinstru síðu, men Ivan kom út og vardi fyri innlegginum. Í hinum endanum lá TB framvið og serliga løgdu teir seg eftir at gagnnýta deyðbóltsstøður. Ordiliga vandamikið bleiv tað tó ikki.

Málleyst, tá farið varð til hálvleik við Løkin.

Okkara menn høvdu meira av spælinum í seinna hálvleiki, men blivu sjáldan vandamiklir. Í hinum endanum lúrdi TB uppá at fáa onkran málmøguleika.

Í 48. minutti sendi Magnus ein góðan bólt inn í TB-brotsteigin, har Klæmint fekk høvdið á, men bólturin fór nakað omanfyri málið.

Helst størsti málmøguleikin kom í 61. minutti, tá Árni hegnisliga sneiddi seg leysan í vinstru síðu og legði innfyri, har Klæmint fekk skot á við aftaru stong, men skotið bleiv blokerað av verjuleikara hjá TB.

Hjá NSÍ komu Sjúrður og Debes á vøllin, men hetta broytti ikki dystargongdina stórvegis.

TB lá eisini framvið í seinna hálvleiki og høvdu eisini góðar støður, men blivu tó ongantíð veruliga vandamiklir.

Alt í alt ein javnur dystur, har eitt stig í part var á góðari leið.

Skrivað hevur: Helgi L. Petersen

Mynd: Johnny Lamhauge

Fleiri myndir seinni

Líknandi tíðindi