Betri-liðini

Kristian dagsins maður móti EB/Streymi

Fyri næstu ferð á rað hava tit valt Kristian til dagsins mann – hesa ferð í tætta og spennandi dystinum við Margáir seinasta sunnudag, har vit tepurt taptu 1-0. Kristian fekk 21 % av teimum íalt 126 givnu atkvøðunum.

Kristian hevði fleiri sera góðar bjargingar, serliga í fyrra hálvleiki, tá EB/Streymur hevði yvirtakið.

Óli Arge og Árni Frederiksberg gjørdust nummar tvey og trý við ávikavist 14 % og 12 %.

Í dag er B36 á vitjan við Løkin. Hóast tað er nokkso vátt, eru fótbóltslíkindini ivaleyst góð.

[poll id=”35″]

Líknandi tíðindi