Aðalfundurin hjá NSÍ verður 25 januar
Aðalfundurin verður mánadagin 25 januar kl 19.00. Fundurin verður í kantinuni í skúlanum við Løkin.
Skrá samb viðtøkunum.

Aðalfundurin hjá NSÍ verður mánadagin 31 januar í NSÍ hølinum. Fundurin verður kl 19.30. Skrá samb. lóg felagsins. Aðalfundurin verður hildin eftir hesi stevnuskrá:Val av fundarstjóra.Val av skrivara.Formansfrágreiðing (Starvsnevnd) fyri undanfari ár.Grannskoðaður roknskapur verður framlagur til samtyktar.Møgulig uppskot frá nevndini.Innkomin uppskot.Val av starvsnevndarlimum við tiltakslimum.Ymiskt
U12- genturnar spældu leygardagin seinasta umfarið í Gøtu. Tær spældu tveir dystir, ið báðir endaðu við javnleiki 1-1. Bjørk Nolsøe skoraði bæði málini hjá NSÍ. Eftir dystirnar var greitt, at NSÍ hevði vunnið sín bólk! Elin Sólsker er venjari hjá gentunum. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við kappingini.
Seinasti dysturin í ár hjá NSÍc varð spældur í Gundadali í dag. NSÍ vann bólkin sera sannførandi! Teir hava skotið 139 mál í ár, ímeðan bara 18 mál eru farin ígjøgnum. Hetta gevur ein málmun á +121 mál, og tað má sigast at vera ótrúliga flott. Venjarar eru Jonhard H. Hansen og Eddie Mikkelsen. Liðformaðurin, Meinhard…
Í samstarvi við FSF, skipar ungdómsnevndin hjá NSÍ fyri dómaraskeiði leygardagin 4. juni. Tann ástøðiligi parturin av skeiðnum verður hildin í hølunum hjá OCD í Saltangará meðan tann praktiski parturin verður á vøllinum við Løkin. Byrjað verður í hølunum hjá OCD kl 09.00. Skeiðið er ókeypis. Skeiðið er ætlað fólki sum hava hug at døma, men…
Eftir dystin á Argjum í dag er greitt, at U16-dreingirnir hjá NSÍ eru føroyameistarar! NSÍ vann dystin ímóti AB 7-0, og tískil var gullið ongantíð í vanda. NSÍ endaði ovast við 35 stigum fyri 14 dystir. Vit ynskja okkara ungu dreingjum hjartaliga til lukku við gullinum! Jens Martin Knudsen er venjari hjá NSÍa. Heimasíðan…
NSÍ vann 2-0 á B71 í dysti í steypakappingini við Løkin í dag. Málini skutu Klæmint og Einar seint í fyrra hálvleiki. Nokkso fitt av fólki var komið til dystin við Løkin í dag, og líkindini vóru góð at spæla. Í fyrra hálvleiki vóru onkrir smávegis dropar, men annars var fyri tað mesta sól. NSÍ…
Ongar vørur eru í kurvuni