Oddur Højgaard skiftir í gult

Oddur Højgaard skiftir í gult

29-ára gamli toftamaðurin hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Oddur Højgaard hevur seinasta kappingarárið spælt við EB/Streymi, har hann hevur verið fastur maður í miðverjuni. Á Toftum spældi hann mest í verjuni, men eisini í álopinum. Oddur hevur eisini umboðað danska felagið B1908. Oddur hevur spælt 109 dystir í bestu deildini, og hevur hann skorað 8…

Guðjón Þórðarson skal venja NSÍ
|

Guðjón Þórðarson skal venja NSÍ

Á ársveitsluni hjá NSÍ varð nýggi venjarin fyri løtu síðani kunngjørdur. Talan er um ein sera royndan venjara. Guðjón Þórðarson er 63-ára gamal og kemur frá Akranesi í Íslandi. Sum leikari hevur hann spælt yvir 400 dystir í bestu íslendsku deildini. Sum venjari hevur Guðjón sera nógvar royndir. Hann hevur millum annað verið íslendskur landsliðsvenjari….

Jóhan Troest Davidsen heldur fram í gulum

Jóhan Troest Davidsen heldur fram í gulum

30-ára gamli verjuskansin heldur fram í NSÍ. Við sínum 276 dystum í Betri-deildini er Jóhan Troest Davidsen ein av okkara royndu leikarum, ið liðið verður bygt rundanum. Jóhan hevur eisini spælt nógvar dystir á A-landsliðnum. Hóast Jóhan fyrst og fremst er kendur sum ein dugnaligur verjuleikari, so er hann eisini málfarligur. Hann spældi 22 dystir í…

Pætur Hentze nýggjan 2-ára sáttmála

Pætur Hentze nýggjan 2-ára sáttmála

Unga stjørnuskotið hevur í kvøld skrivað nýggjan sáttmála við NSÍ, soleiðis at vit framvegis fara at síggja raska verjuleikaran við Løkin. Pætur Hentze er veruliga komin brestandi inn á pallin í bestu føroysku deildini. 18-ára gamli runavíkingurin kann spæla á báðum bakkplássunum, og hevur hann í ár veruliga bitið seg fastan á besta liðið hjá…

Bárður Jógvansson Hansen heldur fram í gulum!

Bárður Jógvansson Hansen heldur fram í gulum!

26-ára gamli Bárður Jógvansson Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ, soleiðis at vit framvegis fara at síggja kvika verjuleikaran í gulum. Nýggi sáttmálin er galdandi næstu tvey kappingarárini í 2019 og 2020. Hóast sín unga aldur hevur Bárður drúgvar royndir bæði í landskappingini og á landsliðunum. Hann hevur spælt 218 dystir í bestu deildini og skotið…

Oddfríður Gaardbo 50 ár

Oddfríður Gaardbo 50 ár

Fyrrverandi mið- & verjuskansin hjá NSÍ, Oddfríður Gaardbo, verður 50 ár í dag. Oddfríður Gaardbo var ógvuliga drúgvur í miðverjuni og á miðjuni á besta liðnum hjá NSÍ í 80-unum og 90-unum. Hann umboðaði bara NSÍ, og tað gjørdi hann ikki færri enn 213 ferðir í øllum kappingum. Hóast hann ofta hevði verjukendan leiklut á…

U18: Dávid á Roykheyggi sendi NSÍ í finaluna í yvirtíðini!

U18: Dávid á Roykheyggi sendi NSÍ í finaluna í yvirtíðini!

Lagt varð upp til eina spennandi hálvfinalu, tá evnaríku U18-liðini hjá NSÍ og B36 brustu saman við Løkin. NSÍ sat á tí mesta í fyrra hálvleiki, og tað var fult uppiborið, tá Steffan Løkin miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði NSÍ á odda. Hóast møguleikar vóru til at økja um leiðsluna, so var hálvleiksstøðan 1-0. Í…

Jens Martin Knudsen 50 ár!

Jens Martin Knudsen 50 ár!

Málmanslegendan hjá NSÍ og Føroyum verður í dag 50 ár. Orðið legenda verður helst brúkt ov nógv, men tað er næstan ikki nokk til at lýsa Jens Martin Knudsen. Tað er helst ikki neyðugt at presentera mannin serliga neyvt, tí tey flestu kenna hann. Yrkisleiðin hevur verið drúgv og góð. Hann er kendur fyri sína…

10. umfar: NSÍ og B36 við Løkin kl. 18.00 mánakvøldið

10. umfar: NSÍ og B36 við Løkin kl. 18.00 mánakvøldið

Talan verður um stórdyst við Løkin í morgin, mánakvøldið kl. 18.00, tá NSÍ og B36 bresta saman. Omanfyri 1.000 fólk vóru samlað til seinnu semifinaluna ímóti KÍ, og lagt er upp til enn ein dyst við nógvum áskoðarum. Veðrið verður gott, og liðini eru kend fyri teirra góða fótbóltsspæl. Eingin annar effo-dystur er á skránni,…