Jens Martin Knudsen 50 ár!

Málmanslegendan hjá NSÍ og Føroyum verður í dag 50 ár. Orðið legenda verður helst brúkt ov nógv, men tað er næstan ikki nokk til at lýsa Jens Martin Knudsen.

Tað er helst ikki neyðugt at presentera mannin serliga neyvt, tí tey flestu kenna hann. Yrkisleiðin hevur verið drúgv og góð. Hann er kendur fyri sína topphúgvu og meistarligu bjargingarnar. Jens Martin er eisini kendur fyri sína persónligheit á vøllinum, har hann ikki spardi uppá orðini. Hann var sum kunnugt eisini ein av høvuðsleikarunum, tá Føroyar vunnu á Eysturríki í Landskrona.

Jens Martin Knudsen hevur spælt nógv ár uttanlands sum yrkisleikari, og í Føroyum hevur hann umboðað NSÍ og GÍ. Hann var við til at vinna NSÍ sítt higartil einasta FM í 2007.

jens2

Nú kunnu vit gleðast um hansara dygdir uttanfyri vøllin, har hann er venjari hjá okkara ungu talentum. Vit í NSÍ eru heppin, tí vit hava tveir av bestu føroysku fótbóltsleikarunum nakrantíð til at venja okkara ungu menn, Abraham Løkin og Jens Martin Knudsen.

jens abraham

Sum skilst, so verður dagurin hildin uttanlands, og vit vilja við hesum vegna allar NSÍ-arar ynskja Jens Martini hjartaliga til lukku við degnum, og samstundis siga takk fyri alt tú hevur givið, og framvegis gevur, NSÍ.

Líknandi tíðindi