10. umfar: NSÍ og B36 við Løkin kl. 18.00 mánakvøldið

Talan verður um stórdyst við Løkin í morgin, mánakvøldið kl. 18.00, tá NSÍ og B36 bresta saman.

Omanfyri 1.000 fólk vóru samlað til seinnu semifinaluna ímóti KÍ, og lagt er upp til enn ein dyst við nógvum áskoðarum. Veðrið verður gott, og liðini eru kend fyri teirra góða fótbóltsspæl.

Eingin annar effo-dystur er á skránni, og vilja vit tískil bjóða øllum fótbóltsáhugaðum til dyst við Løkin.

Guliganz vóru óførir seinasta dyst, og vit vóna og vænta nógvar fjepparar til dystin í morgin. Og vit elska at síggja fólk í gulum!

Vælkomin til dyst við Løkin!

Líknandi tíðindi