Pætur Hentze nýggjan 2-ára sáttmála

Unga stjørnuskotið hevur í kvøld skrivað nýggjan sáttmála við NSÍ, soleiðis at vit framvegis fara at síggja raska verjuleikaran við Løkin.

Pætur Hentze er veruliga komin brestandi inn á pallin í bestu føroysku deildini. 18-ára gamli runavíkingurin kann spæla á báðum bakkplássunum, og hevur hann í ár veruliga bitið seg fastan á besta liðið hjá NSÍ.

Vit ynskja Pæturi hjartaliga til lukku við sáttmálanum, og vónandi síggja vit unga verjuleikaran við Løkin næstu mongu árini.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi