Eyka aðalfundurin verður mikudagin 26 oktober
Útsetti eyka aðalfundurin verður mikudagin 26 oktober kl 19.00 í NSÍ hølinum.
Skrá sambært viðtøkunum.
Verjuskansin Oddur Árnason Højgaard hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við NSÍ. Oddur er enn ein leikari í røðini av etableraðum NSÍ-leikarum, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini er talan um ein ógvuliga royndan leikara, ið kemur at…
Mynd: FSF Sigtór A. Petersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið tveir leikarar frá NSÍ til WU15 landsliðið. Tær eru Naomi Hansen og Emma Charlotta Knudsen. WU15 landsliðið skal til UEFA menningarkapping í Albanina í tíðarskeiðnum 25. september – 3. oktober. NSÍ ynskir tykkum og hinum í ferðalagnum bestu eydnu.
G-13 genturnar sum vóru á venjingarlegu í Vildbjerg í summar komu væl frá byrjan í endaspælinum, við at vinna 2-1 á Giza Hoyvík. Anja Højgaard skoraði bæði málini. Síðani spældu tær ímóti HBb og vunnu 1-0, málskjútti Hanna Fredriksberg. Óførar eru tær, og vit ynskja teimun góða eydnu víðari. Saman standa vit sterk…
Fríggjadagin stóð at lesa á dimma.fo, at landsliðsvenjarin Håkan Ericsson biður Klæmint A. Olsen skifta felag. Starvsnevndin hjá NSÍ tekur staðiliga frástøðu frá hesi útsøgnini hjá landsliðsvenjaranum. Nevndin metir, at tað er sera óheppið, at landsliðsvenjarin alment heitir á ein leikara um at skifta felag. Føroyingar hava javnan kjakast um landsliðsúttøkurnar, og tað er natúrligt….
Sunnudagin var maðurin við topphúgvuni aftur á Ólavsfirði. Hesaferð sum venjari hjá einum ungdómsliði hjá NSÍ. NSÍ hevur skipað ungdómsarbeiðið væl seinastu mongu árini, og nú kunnu vit so smátt heysta fruktirnar av tí. Í hesum dögum er eitt U18 lið hjá felagnum í Íslandi á venjingarlegu. Hetta liðið gjördist FM vinnari í 2014, tá…