Stórsigur á Ólafsfirði.

Sunnudagin var maðurin við topphúgvuni aftur á Ólavsfirði. Hesaferð sum venjari hjá einum ungdómsliði hjá NSÍ. NSÍ hevur skipað ungdómsarbeiðið væl seinastu mongu árini, og nú kunnu vit so smátt heysta fruktirnar av tí. Í hesum dögum er eitt U18 lið hjá felagnum í Íslandi á venjingarlegu. Hetta liðið gjördist FM vinnari í 2014, tá sum U16. Liðið býr nakað uttan fyri Akureyri. Dagarnir eru skipaðir við venjingum á morgni og seinnapartar. Tríggir dystir eru lagdir inn í skránna, og var tann fyrsti leiktur sunnudagin. Leiðin gekk til Ólafsfjörð, har venjarin, Jens Martin Knudsen, eigur mong sporini. Tað var júst í Ólafsfirði at Leiftur hevði heimstað árini, sum hann leikti har.
Dysturin varð leiktur á leikvöllinum hjá Leifturi, sum nú hevur kastað saman við liðini í grannabygdunum.
Men, samanlagda liðið av Norðurlandinum fekk oyruni í maskinaríið hjá lættbeintu monnunum úr Heiðunum. Endaliga úrslitið gjördist 18-2 til NSÍ!
1-0: Kári spældi til Jannik, sum spælir Petur leysan í vinstru, og so er mál.
2-0: Jannik sendi Petur avstað í vinstru. Petur spældi útfrá til Hans Marius, sum legði av til Jannik, sum endaði álopið.
3-0 Hans Marius setti málmannin av, eftir at Jannik spældi hann leysan.
3-1: Íslendar gjördist leysur og lobbaði bóltin upp um Petur Sjúrð í málinum.
4-1: Hans Marius, Mórits Heini spældi hann leysan
5-1: Aron eftir trunkaspæl.
6-1: Mórits Heini stormaði inn í eina avlevering frá Jannik.
7-1: Petur fekk eina sending frá Móritsi Heina. Púra fríur var hann púra sikkur og sendi liðini til hálvleiks við stöðuni 7-1 til NSÍ. Tað var kalt í Ólafsfirði, og í hálvleikinum fór at regna eisini. Tað steðgaði tó ikki góða fótbóltspælinum.
8-1: Pætur eftir at Kári legði inn fyri frá baklinjuni.
9-1: Aron eftir fríspæling frá Móritsi Heina
10-1: Jannik eftir enn eina frísending frá Móritsi Heina.
10-2: Brotspark, sum Eli ongan möguleika hevði at taka.
11-2: Petur eftir flott einmansavrik.
12-2: Sonni setti hövdið undir eitt perfekt innlegg frá Peturi.
13-2: Sonni fyrstur á returinum.
14-2: Aron spældur leysur.
15:2: Aron beindi eitt fríspark beinleiðis upp í málhornið.
16-2: Hans Marius eftir trunkaspæl.
17-2: Sonni fyrstur á bóltinum, eftir at Jákup hevði rakt tvörtræið.
18-2: Jákup við brotsparkii.
Eftir dystin var blíðskaopurin stórur. Borðreitt varð við dögurða, og gott lag var á öllum. Næsti dystur verður týsdagin. Tá skal leikast móti Tór úr Akureyri. Tað verður á einum heilt öðrum stöði.

Líknandi tíðindi