Dreymalutakast – NSÍ trekti Fulham í Europa League!

Fyri løtu síðani var lutakast um fyrsta undanumfar av Europa League. Í morgun vóru liðini bólkaði, soleiðis at NSÍ bert kundi møta einum av hesum í lutakastinum: Fulham (Ongl.), Saint Patricks (Írl.), Aalesund (Nor.), Häcken (Svø.) ella Renova (Mak.).

Dreymaliðið var Fulham, og helst vildi man sleppa undan einum túri til Makedonia. Øll hini liðini vóru fín.

Við endaliga lutakastinum gjørdist tað greitt, at vit júst møta Fulham FC úr London, sum spælir í ensku Premier League. Fulham tapti finaluna í Europa League í fjør.

Teir báðir dystirnir verða spældir hósdagarnar 30. juni og 7. juli. Nú er at seta sær hesar dagarnar í kalendaran.

Árni Midjord og Sjúrður Jacobsen umboða NSÍ á UEFA-høvuðsborgini í Nyon. Vit frætta nærri í næstum, nær vit spæla heima, og nær vit spæla á Craven Cottage…

Líknandi tíðindi