Klæmint dagsins maður móti EB/Streymi

Tvífaldi málskjúttin í stevnudystinum móti EB/Streymi, Klæmint A. Olsen, varð valdur til dagsins mann í dystinum, nú atkvøðugreiðslan varð stongd.

237 atkvøður vórðu givnar, og fekk Klæmint heili 90 av teimum – hetta svarar til 38 %. Klæmint hevur víst sera gott máltev og er einsamallur toppskjútti í vodafonedeildini higartil.

Ein annar profilur í dystinum, málmaður okkara, András Gangó, ið bjargaði brotssparkinum hjá EB/Streymi, gjørdist nummar tvey við 14 % (34 atkv.) Og veteranurin Helgi L. Petersen, sum leikti í miðverjuni hendan dystin, gjørdist nummar trý við 7 % (16 atkv.), eina atkvøðu frammanfyri Jann Martin og Einar.

Sunnudagin kl. 15.00 er spennandi útidystur móti 07 Vestur á skránni. Teir hava havt ryggin móti múrinum fyrr í ár, men eru nú ressaðir við. Eingin ivi er um, at 07 Vestur nú fer eftir hvørjum stigi fyri at ota seg enn meiri upp eftir stigatalvuni.

Vit ynskja Klæmint og øllum hinum góða eydnu í dystinum sunnudagin, og vóna samstundis, at nógvir fjepparar leggja leiðina vestur til Sørvágs at stuðla okkara dreingjum.
[poll id=”13″]

Líknandi tíðindi