U-15 taptu hálvfinaluna


U-15 dreingir leiktu í dag hálvfinalu móti Falkirk. Okkara dreingir máttu tíverri lúta fyri Falkirk sum vann dystin 3-1,eftir at hálvleiksstøðan var 1-1.

Liðið, sum vit í venjingardysti fyrr í vikuni vunnu 1-0 móti, var betri enn okkara í hálvfinaluni og vunnu 3-1. Teir løgdu seg á odda í 7. minutti, men Poul Ingason svaraði aftur bert tríggjar minuttir seinni, tá ið hann fekk avlevering inn um verjuna frá Esmari, og einsamallur við málverjanum sveik hann ikki álitið.

Skotarnir vóru omaná í fyrra hálvleiki, men tá onki mál kom afturat gjørdist hálvleiksstøðan 1-1. Vit fingu ringast hugsandi byrjan upp á seinna hálvleik. Í fyrsta álopinum eftir bert nøkur fá sekund er ein av okkara óheppin at spæla bóltin við hondini inni í brotsteiginum. Brotssparkið gav skotunum leiðsluna aftur.

Okkara royndu til tað síðsta, men tað var sum um orkan var uppi. Nærmasta vit vóru útjavnandi málinum var skot frá Sigurði Poulsen, men eins og í gjár var yvirleggjarin í vegin. Seinna part av seinna hálvleiki satsaðu vit. Tóku mann úr verjuni og spældu vit trimum við vanda fyri skjótum mótálopum, men at tapa 2-1 ella 3-1 er líkamikið. Men hóast vit fingu betur tak á spælinum spurdist onki burturúr. Í staðin fekk Falkirk eitt mótálop, sum gav mál og sløkti vón okkara at koma í finaluna.

Ùrslitið hevur við sær at U-15 landsliðið fekk eitt flott triðja pláss í AIFF kappingini, sum má sigast at vera eitt flott avrik,havandi í huga sterku mótstøðuna liðið fekk í flestu dystunum.

Í kvøld fara dreingirnir á diskotek og teir fara óivað at hugnað sær eftir næstan tvær vikur strævnan fótbólt.

Myndafrásøgn frá dystinum í dag niðanfyri.

[nggallery id=75]

Dreingirnir sum hava mannað U-15 liðið eru:

Ùr HB: Jákup Hansen, Hilmar Leon Jacobsen, Bartal Wardum, Tór av Skarði og Súni Højgaard

Ùr NSÌ: Leivur Højgaard, Betuel Hansen og Meinhard Olsen

Ùr B36: Aksel Berg og Sigurd Poulsen

Ùr Víkingi: Elias Rasmussen og Jákup Olsen

Ùr B71: Brandur Olsen og Aron Clementsen

Ùr B68: Hákun Edmundsson, Jóhannes Hansen og Esmar Clementsen

Ùr TB/Royn:Pól Ingasson og Patrikk Johannesen

Ùr EB/Streymi: Rói Olsen

[nggallery id=76]

Líknandi tíðindi