U17 og U19 landslið úttikið

Mynd: FSF

Frá 16. til 23. mars vera Føroyar vertir fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum. Í bólkinum luttaka Rumenia, Georgia og Lettland, umframt Føroyar.

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið tveir leikarar frá NSÍ.

Helga Mikkelsen

Rannvá Við Streym

U19 landsliðið við gentum hevur tveir dystir at leika í apríl í Turkalandi. Í bólkinum eru Turkaland, Armenia og Føroyar. Fyrri dysturin er 3. apríl í móti Turkalandi, og seinni dysturin er 6. apríl í móti Armenia.

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið tveir leikarar frá NSÍ.

Jonnhild á Sondum

Natalia Dansdóttir Olsen

NSÍ ynskir tykkum bestu eydnu við komandi uppgávum.

Líknandi tíðindi