VFF CUP KVINNUR: 7-0 sigur á HB

Kvinnurnar leiktu 17.02, leygardag, VFF Cup á heimavølli í móti HB.

Liðini hava leikt eina venjingardyst í móti hvørjum øðrum, áðrenn VFF Cup byrjaði, og tá vann HB. Men leygardagin lótu NSÍ kvinnurnar ongan iva verða, og vunnu 7-0.

Málini fingu: Heidi Sevdal (hattrick), Lena Olsen (2 mál), Rutt Gregersen og Julia Naomi Mortensen.

Hetta er triði dysturin hjá kvinnunum í VFF Cup. Undanfarnu dystirnir eru endaðir við einum sigri og einum tapi.

Næsti dysturin hjá kvinnunum í VFF Cup verður leygardagin 24.02 kl 16:00 í móti FC Hoyvík í Hoyvík.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi