Tilmeldingardagur mikudagin 6 apríl í Sportsmaster

 

Mikudagin 6 apríl, millum kl 19.00-21.00, verður tilmeldingardagur fyri allar yngru deildirnar hjá NSÌ.  Hetta merkir frá undir skúlaaldur til og við dreingir og gentur 16 ár.

Tilmeldingin er eisini fyri kvinnur á hálvum vølli og 3 deild menn.

Tilmeldingin fer fram hjá Sportsmaster í Saltangará. Ì hesum sambandi hevur Sportsmaster góð tilboð uppá fótbóltsútgerð.

Vodafoneleikararnir koma á vitjan. Jens Marni Hansen kemur at undirhalda við sangi.

Í samband við tilmeldingardagin er høvi at rinda luttøkugjaldið fyri kappingarárið 2011. Rindast kann kontant ella við gjaldskorti. Goldið luttøkugjald er treyt fyri at fáa loyvi at venja og leika við ungdómsliðunum hjá NSÌ.

Táið luttøkugjaldið er goldið fáa leikarnir hvør sín bólt ókeypis, sum teir so hava við til hvørja venjing.

Síggjast mikudagin 6 apríl millum kl 19.00 og 21.00 í Sportsmaster.

Líknandi tíðindi