NSÍ hevur keypt Video tøkni frá Spiideo

NSÍ keypti í novembur í 2020 eina video skipan frá Spiideo. Talan er um myndatól sum verða sett upp kring vøllin við Løkin. Myndatólini kunnu so brúkast av øllum venjaranum í felagnum, umframt at NSÍ kann nú taka allar dystir upp við hesi skipanini.

Skipanin kemur at verða eitt sera gott amboð hjá venjaranum í felagnum, og eru møguleikarnir næstan óendaligir, um hvat ein ynskir at granska, bæði tá talan er um venjingar og dystir. Skipanin lagrar alt sum verður upptikið í einum databasa, og tað ber til eina og hvørja tíð hjá venjaranum at hyggja og fáa hagtøl úr skipanini. Eisini ber til at brúka hettar í samband við dystir, tvs at venjarin kann bert trýsta á ein knøtt á einum ipad ella líknandi, um hann vil taka ein støðu úr dystinum upp í hálvleikinum.

Vit í NSÍ eru fegin um at eiga hesa skipanina, og verður hon nú sett upp við vøllin við Løkin. Vit eru vís í at skipanin kemur at verða eitt sera gott amboð fyri allar venjara í felagnum, og kemur at gera alt arbeiði meira professionelt.

Meira kann lesast um skipanina her: https://www.facebook.com/Spiideo/

Viðmerkjast skal at hettar er ein skipan, sum sera nógv fótbóltsfeløg kring alt Evropa brúka, og er vit stolt av at NSÍ sum fyrst felag í Føroyum hevur gjørt hesa íløguna.

Líknandi tíðindi