Tillukku: Articon ársins virki
Articon er ein at stuðlunum hjá NSÍ. Articon er kosið sum ársins virki í 2018. NSÍ eru stoltir av at hava Articon sum stuðul, og vit ynskja teimum alt tað besta, og hjartaliga tillukku við heiðurinum.
NSÍ og Bakkafrost hava skrivað undir nýggjan 1 ára sáttmála. Sostatt verður Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá felagnum. – Vit eru sera glað fyri samstarvið við Bakkafrost. Tað hevur verið fyrimyndarligt, sigur Dánial Hansen, starvsnevndarlimur hjá NSÍ. Farið verður nú í gongd við fimta kappingarárið saman. – Bakkafrost er ein væl rikin fyritøka, ið er høgt í…
Vodafone-liðið hjá felagnum spælir í nýggjum leikbúnum í ár. Í hesum sambandi hevur Berglon fingið hópin av leikbúnum og nýggjum frítíðarbúnum til sølu. Vit hava fingið ein av evnaríku ungu leikarunum í felagnum, Betuel Hansen, at vísa okkum nýggju búnarnar. Betuel spælir í smádreingjadeildini, hann spælir á miðvøllinum. Teir eru ósigraðir higartil í ár. Leikbúnin…
Longið hevur verið greitt at NSÍ í ár hevur sett fleiri venjarar í starv. Í ár hevur NSÍ valt at styrkja um venjaratoymi, við at seta fleiri venjarar í starv í felaginum. NSÍ hevur ein stóran skara av ungum og dugnaligum leikaraum, og fyri at tryggja at allir fáa so góða venjing og mennast í…
Vest Pack er aftur í ár ein at stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru sera fegin um stuðulin frá Vest Pack.
Gunnar Nielsen málverji á føroyska A-landsliðnum vitjar NSÍ í morgin hósdagin 20 juni. Skráin er hendan. kl 15.00-17.00: Málmansvenjing fyri málverjar hjá NSÍ dreingir U-12 til og við U-18 Venjarar verða Gunnar Nielsen, Jens Martin Knudsen og Kristian Joensen. Málverjarnir verða flokkaðir í 3 bólkar sum roterað millum venjarnar. Kl 17.30: Gunnar Nielsen hevur fyrilestur…
Tað byrjaði við eini spurnarkapping, ið kallaðist ‘Frá Æðuvík til Skipanes’. Leygardagin skipaði NSÍ fyri eini fótbóltskapping millum bygdirnar frá Æðuvík til Skipanes. 5 leikarar vóru á hvørjum liði. Tiltakið eydnaðist ógvuliga væl, og líkindini at spæla vóru avgera góð. Hetta verður heilt sikkurt eitt afturvendandi tiltak, og møguliga verða fleiri bygdir við næsta ár….