Harry Knudsen nýggjur ungdómsvenjari hjá NSÍ

Ungdómsnevndin hjá NSÍ hevur gjørt avtalu við Harry Knudsen um at røkja starvið sum ungdómsvenjari hjá felagnum fram til 31 desember í ár.

Harry Knudsen hevur UEFA B-lisens venjaraútbúgving og hevur drúgvar royndir sum ungdómsvenjari hjá NSÍ.

Sum ungdómsvenjari kemur Harry at vera leiðbeinari og ráðgevi hjá liðvenjarunum, heilt frá børnum undir skúlaaldri gentum og dreingjum til og við aldursbólkin U-18.

Uppgávan er at syrgja fyri at liðini fáa rættu venjingina, og at frálæran svarar til góða fótbóltslæru. Dentur eigur at vera lagdur á menna tann einstaka leikaran tekniskt, taktiskt og fysiskt, útfrá tí førleikastøði tann einstaki leikarin er á.

Somuleiðis eigur eisini dentur at verða lagdur á at uppala leikararnar á ein slíkan hátt at teir virka væl sosialt og umboða felagið á ein virðiligan og siðiligan hátt. Skipað verður  Í hesum sambandi fyri foreldrafundum.

Harry kemur eisini at hava ábyrgdina av morgunvenjingini aftaná at landskappingarárið er av.

Ungdómsnevdin ynskir Harry góða eydnu í starvinum sum ungdómsvenjari í felagnum.

Líknandi tíðindi