Venjingartíðir 2012

Venjingartíðirnar fyri tær ymisku deildirnar kappingarárið 2012 eru nú klárar. Undir bjálkanum ovast til høgru “Venjingartíðir og venjarar” er yvirlit yvir venjingartíðir og venjarar. Fyri børn undir skúlaaldur, eru venjarar ikki funnir enn.

Um onkur hevur áhuga at venja børn undir skúlaaldur eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við ungdómsnevndina – Egil fartelefon 77 90 96 ella t-postur [email protected]

Tað kann vera trongligt á vøllinum til tíðir, serliga í tíðarbilinum 16.00-18.00. Hetta ger tað neyðugt at venjarnir vísa fyrilit yvirfyri hvørjum øðrum og finna skilagóðar mátar at brúka vøllin á bestan háttin.

Nær farið verður  í gongd er upp til deildarvenjararnar sjálvir at avgera. Summi lið eru longu farin í gongd og sum skilst byrja onnur í næstu viku.

Heitt verður á venjarar sum venja somu deild, um at tosa saman fyri at leggja venjingina til rættis frammanundan.

Gott venjingar og kappingarár.

 

Ungdómsnevndin hjá NSÌ

 

 

Líknandi tíðindi