Tveir av okkara ungu leikarum úttiknir til U16 landsliðið við gentum
FSF kunngjørdi í gjár nøvnini á teimum leikarum, ið skuldu við U16 landsliðnum við gentum á venjingarlegu til Íslands. Millum hesi nøvnini vóru okkara egnu Emma Charlotta Knudsen og Naomi Hansen. Fantastiska flott!
Vit ynskja tykkum til lukku við úttøkuni, og ynskja tykkum eisini alt tað besta á venjingarleguni í Íslandi.