Aron, ið kom aftur til NSÍ farna kappingarár, kemur aftur at vera gulur í 2025!
Maðurin við framúr vinstrabeininum og góðum stríðsvilja, 25 ára gamli Aron Knudsen, og NSÍ hava longt sáttmálan fyri 2025 eisini!
Eftir at hava verið í B36 og vent eitt kappingarár, kom Aron heim aftur til NSÍ í 2024. Aron hevur verið skaðadarvaður seinastu árini, men er nú veruliga komin fyri seg. Hann spældi 24 dystir í 2024 og var sera eyðsýndur við bæði avgerandi uppleggum og máli.
Hann kann røkja fleiri pláss á vøllinum, bæði í tí verjukenda, men hansara styrki liggur serliga í tí meira álopskenda.
Tí eru vit sera fegin um, at hann hevur valt at halda fram heima hjá okkum.
Vit gleða okkum til komandi kappingarár!