Tilmeldingardagur 2024

Tilmeldingardagur 2024

Sunnudagin 11.02 var árligi tilmeldingardagurin hjá ungdóminum. Sera nógv spent fótbóltsbørn vóru meldaði til komandi kappingarár, og vit gleða okkum til nógvar góðar løtur við Løkin. Viðheft eru myndir frá tilmeldingardegnum. Eisini var Rás2 á gátt. Lurti her: https://www.ras2.fo/nsi-tilmeldingardagur-2024/?fbclid=IwAR0HddBhA8q4IYO0Z-2bWtY06QySftqw8JzXMWsMQQHEHzZKrYDrBxe90aU Saman standa vit sterk! Myndir: Hjalmar Jóhan Juul

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Hóskvøldið 15. februar hevði NSÍ sín árliga aðalfund. Formaðurin Karstin Joensen greiddi frá, hvussu gongdin hevði verið í felagnum í kappingarárinum 2023. Ítróttarliga kann felagið frøðast yvir flotta úrslitið hjá besta kvinnuliðnum, og at felagið aftur hevði vunnið sær sess í bæði bestu og næstbestu mansdeildini. Samstundis hevur felagið eisini staðið seg væl í teimum…

Konrad Gustafsson til NSÍ

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.  Konrad Gustafsson kemur úr triðbestu deildini í Svøríki, har hann hevur umboðað Örebro Syrianska IF. Konrad hevur vant við NSÍ í eina viku, og nú eru partarnir samdir um eina avtalu, soleiðis at Konrad kemur at umboða NSÍ. Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, lýsir Konrad…

Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

NSÍ og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava skrivað undir nýggja avtalu, soleiðis at Jóhan heldur fram sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum. Tað hevur fingið størri og størri týdning, at høvuðsvenjarin hevur eitt gott venjaratoymi afturat sær. Tí er tað gleðiligt at staðfesta, at Jóhan hevur longt um samstarvið, sum hevur gingið sera væl higartil. Jóhan…

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025. Og vónandi nógv ár afturat. Klæmint spældi seinasta kappingarárið við Breiðabliki, og nú er hann so heima aftur við Løkin. Klæmint hevur í Føroyum bara umboðað NSÍ, og við nýggja sáttmálanum er staðfest, at…