4/9/2024

Jóel Tróndargjógv við U16 landsliðnum

Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.

FSF skrivar:

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal til Spania at spæla tveir venjingardystir

Í døgunum 16. til 22. september fer føroyska U16-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania, har tveir venjingardystir eisini eru á skránni.

Fríggjadagin 18. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Skotland, og mánadagin 21. september skulu okkara dreingir møta vinnarinum av dystinum millum Indonesia og Sveis.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U16-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru úttiknir.

Millum teir 18 úttiknu, er NSÍ´arin Jóel Tróndargjógv.

Vit ynskja Jóel Tróndargjógv tillukku við úttøkuni, og ynskja honum og hinum í hópinum bestu eydnu við komandi uppgávum!

No items found.
4.8.25

NÝGGI NSÍ SANGURIN

Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast.Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. Tú ert NSÍ.”
3.4.25

11-0 undan 07 Vestur

Bill hevur skrivað greinina til Vespuna í samband við dagsins dyst móti 07 Vestur
30.3.25

Vónin er bjartasti b(B)randur!!

Djóni hevur skrivað greinuna til Vespuna í samband við dagsins dyst móti B68
22.3.25

Pylsuvognurin - ein sólskinssøga hjá NSÍ

Seinasta summar varð ein pylsuvognur settur nærhendis vøllin við Løkin í Runavík. Vognurin var keyptur av felagnum Sp/f Rókin.
9.3.25

Klæmint 400 dystir fyri NSÍ

Klæmint fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini tann 20. mai 2007, bert 16 ára gamal.
8.3.25

Maðurin við taskuni

Ein taska, sum nógvur mystikkur stendur um í hesum døgum, er taskan hjá formanninum í NSÍ.
19.2.25

AÐALFUNDUR 2025

Fíggjarliga betri ár enn væntað
18.2.25

KUNNING VIÐVÍKJANDI AÐALFUNDINUM

Møguleikin er fyri at gjalda limagjald við dyrnar
14.2.25

NSÍ FER Í HUMMEL!

NSÍ hevur gjørt eina klædnaavtalu við Berglon.