30/3/2025

Vónin er bjartasti b(B)randur!!

Djóni hevur skrivað greinuna til Vespuna í samband við dagsins dyst móti B68

Vónin er bjartasti b(B)randur!!

Várligir vindar strúka yvir Løkin.

Felags ítróttarøkið tekur alsamt meira skap. Vøllurin, Bylgjan og nú skjótt svimjihøllin fara at gera

Løkin til eitt tað mest framkomna ítróttarøkið í landinum. Lokalu ítróttarfeløgini eru í ferð við at fáa

teir allarbestu karmarnar, ið ein kann ynskja sær. Fantastiskt.

NSÍ er í góðum hondum og er komið sera væl frá byrjan í kappingarárinum, bæði á kvinnu- og

mans síðuni.

Leiðslan í felagnum hevur við sínum áhaldandi og miðvísa arbeiði skapt vónina aftur fyri góðum

úrslitum hjá felagnum. Fíggjarligi parturin er komin í góða fasta legu. Felagið verður rikið skynsamt

og innkeypini geva veruliga meining fyri at kappast millum tey bestu. Íløgur í kvalitet fara heilt víst

at løna seg. Hópurin er væl samansettur av hart arbeiðandi leikarum og røttu typunum.

Vónin sum er skapt hevur givið viðhaldsfólkunum nýtt mót. Hettar hava vit m.a. sæð til

venjingardystirnar, har hópur av fólkið hevur verið og hugt. Hugaligt og tað er hesa bylgju vit eiga at

byggja víðari á, eisini uttanfyri vøllin.

Mín dreymur var altíð at vinna eitt FM við mínum barndómsfelagið. Tað var um reppið í 2002, har

vit lógu fremstir líka til tað síðsta, men mistu á stokkinum móti HB. Tað feita tað árið var tó minniligi

Løgmansfinalu sigurin á júst HB, á sjálvari Ólavsøku, í bakandi sól og nógvum hitastigum.

Brynjolvur hamraði ivasama brotsparki og sigursmálið í meskarnar. Til miklan róm millum serliga

stóru NSÍ áskoðarafjøldina. Hettar gjørdi eisini túrin aftaná oman gjøgnum gongugøtuna serliga

stuttligan. Við steypinum ímillum okkum í sjálvum høvuðsstaðnum millum allar HB´arar.

Tá ið tað nú ikki eydnaðist mær at vinna FM við NSÍ, má eg nú seta mína vón til, at aðrir

næstringar og familjulimir gera tað fyri meg. Tá ið svigersoninum og bróðursoninum stóðu í boði, at

blíva partur av NSÍ hópinum fyri 2025, gjørdi eg í hvør fall mína meining til kennar yvirfyri teimum,

hvat í eg helt, at teir skuldu gera. Lurta varð, tíbetur.

Dagsins mótstøðulið skal sendast yvirum aftur Golan-heyggjarnar við reyðum oyrum. Hesar 90

minuttirnar á vøllinum eru vit ikki vinir, hvørki á ella uttanfyri vøllin við Løkin. So tað er slett og

aldeilis ikki góðtakiligt, at síggja menn klemmast o.a. áðrenn dyst. Veit ikki hvagar hendan ónollan

stavar frá. Vildi fegin verið hettar fyriuttan. Lat teir merkja, at teir eru komnir til Løkin og at her frá,

fáa teir so absolutt onki frá okkum.

Tað eru vit sum hava momentum nú, vit hava skapt vónina og tað er tað sum skal dríva okkum

fram til sigurs ídag. Góðir, góðir, góðir…

Hóast bjartskygni og vón fyri framman fyri okkara felag á øllum mótum, so er tó týdningarmikið at

vera eyðmjúk og tolin. Tað skal hart arbeiði til og vit mugu ikki kanna okkum nakran bita ov tíðliga.

Vit viðhaldsfólk eiga at gera alt fyri at stuðla so nógv sum vit kunnu og megna. Passandi kundu vit

bara vant okkum við at brúka orðini sum liðformaðurin hjá okkum, Óli, so mangan brúkti í 2007:

”Ein dyst í senn”!!

Við vón um góðan dyst øll somul

SAMAN STANDA VIT STERK

No items found.
17.2.26

SVENSKUR MÁLVERJI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað undir ein sáttmála við svenska málverjan Tom Amos. 28 ára gamli Tom hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárið 2026.
13.2.26

NSÍ SETT MÁLMANSVENJARA

NSÍ hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við 45 ára gamla Magnus Emil Poulsen, ið harvið kemur at vera málmansvenjari hjá besta mansliðnum fyri kappingarárið 2026
12.2.26

Aðalfundur 2026

Í kvøld, hósdagin 12. februar, varð aðalfundurin hjá NSÍ hildin.
12.2.26

SERBI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.
12.2.26

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

NSÍ hevur sett 2 venjarar til ungdómsliðini fyri dreingir, sonevndu U18 og U21. Talan er um ávikavist Steffan Løkin og Jann Martin Mortensen.
29.1.26

ÍSLENDINGUR TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við íslendska Alex Freyr Elísson. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026
6.1.26

MÓRITS HEINI AFTUR TIL NSÍ

Mórits Heini hevur undirskrivað ein sáttmála við NSÍ fyri kappingarárið 2026.
5.1.26

PÓL THORSTEINSSON NÝGGJUR HJÁLPARVENJARI HJÁ NSÍ

Pól hevur játtað seg til at vera hjálparvenjara hjá NSÍ kappingarárið 2026.
3.12.25

KRISTIAN LONGT VIÐ NSÍ

32 ára gamli Kristian Joensen hevur í dag skrivað undir ein nýggjan sáttmála við NSÍ. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026.