3/4/2025

11-0 undan 07 Vestur

Bill hevur skrivað greinina til Vespuna í samband við dagsins dyst móti 07 Vestur

Sum toftamaður í bæði faðir- og móðirlegg nívdi tað meg at síggja tað, sum

hendi á vøllinum seinasta sunnukvøld. Eg vil ikki á nakran hátt stroya salt í

sárið hjá toftafólki; men vit NSÍ-arar kunnu ikki annað enn stórfegnast um

søguliga stórsigurin og hava hann bjartan fyri okkara eygum, nú vit aftur skulu

á vøllin at dystast. Hóast umstøðurnar í 11-0 sigrinum blivu til okkara fyrimun,

koma vit ikki uttan um, at okkara lið var óvanliga vælleikandi. Vit vóru vitni til

eina perlurøð av vøkrum málum í øllum fasettum. Til tíðir væl gjøgnumspæld

álop við kvikum kombinatiónsfótbólti og til aðrar tíðir gandakend langskot

mest átøk kanónkúlum, sum brustu í netmeskarnar við øgiligari megi. Vit

áskoðarar vórðu forkelaðir á allan hugsandi hátt, har okkara menn gyklaðu

bæði í opnum spæli og í frísparksstøðum. Vit eru framvegis ovfarin av framúr

vakra langskotinum, sum Beinir beinir í longra horn og hugsa, at hatta er

nakað, hann og aðrir á liðnum burdu gjørt meira við. Og so er tað Brandur,

sum vit bara mugu siga ber sítt navn við miklari tign; tí hann ikki bara eitur,

men er ein sannur brandur. Og munnu tey flestu okkara ikki vera samd um, at

hann hevur verið við til at birta ein sterkan brand í øllum NSÍ-hjørtum, ikki

minst millum tey yngru, sum síggja upp til hendan fótbóltsúrmælingin? Og

faktisk hava vit nógvar stjørnur á liðnum, sum lýsa upp gerandisdagin hjá

mongum spentum NSÍ-fjeppara, yngri sum eldri.

Higartil í ár eru tað vit NSÍ-áskoðarar, sum av øllum hava mest at fegnast um.

Okkara lið hevur staðið fyri trimum einastandani avrikum, sum vit bara kundu

droymt um við kappingarbyrjan. Og rómurin kennist um allan býin. Og niður í

yngru deildirnar heilt til tey yngstu. NSÍ er eitt felag í fagrasta blóma og verður

rívandi menningin krýnd, vard og hildin uppi við hesum einastandandi

avrikunum í bestu deildini.

Vit gleða okkum til hvønn nýggjan dyst. Spenningurin økist, sum dagarnir

ganga. Og sum dagurin nærkast. fara vit sjálvandi at spyrja hvønnannan, um

vit veruliga eru so góðir, sum tølini siga. Og fyri hvønn nýggjan dyst skal liðið

endurprógva sítt virði og sína styrki.

Í dag stendur 07Vestur fyri tørni. Teir har vesturi ikki bara drynja, tá teir

snakka. Teir drynja eisini á vøllinum. Langar og seigar sendingar. Drúgv

uppspæl við góðari tíð. Móti Víkingi sóu vit, hvat tað snýr seg um. Hjá

gøtumonnum var tað sum at ganga í móru. Onki bar til og teir har vesturi

stóðu fastir, tvørir og tryggir á vøllinum við sínum drynjandi spæli. Ikki

hugsingur um, at teir lupu framav og fóru við øllum fram eftir vøllinum. Neiiii…

teir aftastu blivu hangandiii, um so skuldiii veriiið, at mótstøðuliðiiið skuldi

finna uppá at kontra.

Ein stjørna á okkara liði er Jann Benjaminsen. Tað var sannur rómur, tá tað

frættist, at hann gjørdist NSÍ-ari. Hjá mær er ongin ivi. Jann var millum teir

allarbestu seinasta kappingarár. Og tað varð ikki minst undirstrikað við

hansara avrikum á landsliðnum.

Til hendan dystin er okkara landsliðsleikari á høgra bakki í eini ikki sørt

løgnari støðu. Hann hevur tveir verpápar, hóast hann ikki hevur tvær

unnustur. Annar verpápin er rótfestur NSÍ-ari við eini gyltari fortíð sum

miðvallargeneralur á liðnum. Djóni Nolsøe Joensen. Og hin er líka so rótfestur

miðvallargeneralur við gyltari fótbóltsfortíð úr Vágunum. Jóhannis Joensen.

Báðir hava teir somuleiðis havt sínar gyltu løtur sum landsliðsleikarar. Eins og

teirra versonur nú ger um seg á landsliðnum.

Og so eru báðir Javnaðarmenn. Tað skal eg ikki siga meiri um, hóast man

kundi hugsað sær at givið teimum eina heilsan í so máta. Vónin er bara, at

Jann ikki spælir sum ein javnaðarmaður í kvøld, men at býtið verður so ójavnt

sum gjørligt til okkara fyrimun.

Støðan hjá NSÍ-liðnum líkist ikki sørt støðuni hjá KÍ, tá teir eftir ein túr niðri í

næstbestu deildini settu kósina móti tindunum. Og tí er tað skilagott, at vit

hava fingið ein klaksvíking at sita fyri borðendan í hesi tilgongdini. Helst veit

hann eitt og annað um, hvussu eitt felag sum NSÍ skal náa tindunum. Nevnd

og leiðsla hava eftir mínum tykki tikið tey flestu av bóli við teimum

dispositiónum, sum eru gjørdar. Leiðin frá næstbestu deildini og fram móti

oddinum í bestu deildini hevur verið við rúkandi ferð. Onkur heldur, at hetta

hevur gingið óvanliga skjótt. Og tey svartskygnu ivast í, um hetta fer at halda.

Tað fer bara tíðin at vísa. Fótbóltur er eitt spæl, og tí er ongin dystur vunnin,

fyrrenn hann er leiktur og vunnin. Men við manningini á vøllinum og uttanfyri

vøllin havi eg eina góða kenslu av, at projektið er væl kjølfest bæði fíggjarliga,

fakliga og fyrisitingarliga.

Dysturin í dag fer vónandi at halda okkum føstum í bjartskygninum og lyfta

okkum enn eitt fet tann rætta vegin.

Góðan dyst.

Bill Justinussen

No items found.
3.4.25

11-0 undan 07 Vestur

Bill hevur skrivað greinina til Vespuna í samband við dagsins dyst móti 07 Vestur
30.3.25

Vónin er bjartasti b(B)randur!!

Djóni hevur skrivað greinuna til Vespuna í samband við dagsins dyst móti B68
22.3.25

Pylsuvognurin - ein sólskinssøga hjá NSÍ

Seinasta summar varð ein pylsuvognur settur nærhendis vøllin við Løkin í Runavík. Vognurin var keyptur av felagnum Sp/f Rókin.
9.3.25

Klæmint 400 dystir fyri NSÍ

Klæmint fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini tann 20. mai 2007, bert 16 ára gamal.
8.3.25

Maðurin við taskuni

Ein taska, sum nógvur mystikkur stendur um í hesum døgum, er taskan hjá formanninum í NSÍ.
19.2.25

AÐALFUNDUR 2025

Fíggjarliga betri ár enn væntað
18.2.25

KUNNING VIÐVÍKJANDI AÐALFUNDINUM

Møguleikin er fyri at gjalda limagjald við dyrnar
14.2.25

NSÍ FER Í HUMMEL!

NSÍ hevur gjørt eina klædnaavtalu við Berglon.
12.2.25

LARS MARKMANSRUD OG NSÍ 2025!!

Verjukendi norðmaðurin kemur at spæla við NSÍ í 2025.