Betri-liðini

Per dagsins maður móti AB

Tit hava valt verjuleikaran Per Langgaard til dagsins mann í 1-1 dystinum móti AB á Svangaskarði seinasta sunnudag. Per var stinnur í verjuspælinum og spældi bóltin skilagott fram eftir vøllinum. Per fekk 22 % av atkvøðunum (23 av 105 atkvøðum).

Málskjúttin, Magnus H. Olsen, fekk 21 % (22 atkv.), og var sostatt bara eina atkvøðu aftanfyri Per, og Monrad Holm Jacobsen fekk 13 % (14 atkv.) á triðja plássinum.

Í dag kl. 15 taka vit móti EB/Streymi á Svangaskarði. Komið øll og stuðli dreingjunum!

[poll id=”64″]

Líknandi tíðindi