Uppiborin sigur í dag: NSÍ-EB/Streymur 1-0

NSÍ er enn við har sum tað er stuttligt at vera, og við sigrinum í dag, og einum dysti tilgóðar so kunnu vit leggja okkum á eitt deilt triðja pláss.

Lat tað vera sagt beinanvegin at NSÍ var rætta liðið sum vann í dag, ikki tí EB/ Streymur sum eru eyðkendir fyri sítt kvika kontraspæl høvdu sínar málmøguleikar.

Venjarin Heðin Askham hevði sett liðið eitt sindur ørðvísi enn áður, millum annað var Pól Jóhannus Justinussen fluttur út á vinstra kant, har hann áður hevur spælt fyri A landsliðið og GÍ í sínari tíð.

NSÍ legði trýst á EB/ Streym heilt frammi á vøllinum, og hetta skapti ótryggleika hjá sundalagsmonnum í uppbyggjandi spælinum. Teir gjørdu nógvar feilir, og spælið var lítið samanhangandi.

Hjá NSÍ var støðan nakað frægari, men í fyrru helvt av fyrra hálvleiki fingu vit als einki burturúr tí síðsta partinum á vøllinum, ogn tískil skaptu alt ov fáar góðar málmøguleikar. Fleiri deyðbóltstøður so sum innkast og fríspark, endaðu alt ov ofta við fríspark til mótstøðuliðið, og enntá tí einuferð mundi EB/ Streymur skora uppá kontra, hetta má gerast betri, tí hetta eru gyltir málmøguleikar til okkum, og sum ikki mugu tveitast burtur.

Fyrsti stóri málmøguleikin fekk EB/ Streymur tá Leif Niclasen gjørdist leysur í høgru síðu, og sendi bóltin innfyri málið, har Levi Hansen við aftaru stong avsluttaði, men skotið fór við síðuna av, hetta var aftan á 27 min.

Okkara fyrsti málmøguleiki kom aftaná 33 min, tá Jonhard Frederiksberg var komin framvið aftaná gott skifti frá Karl Løkin. Jonhard royndi seg við skoti, sum bleiv blokkerað, men bólturin kom fyri føturnar á Andy Olsen sum smekkaði til, men bólturin fór beint omanfyri málið.

Hesar næstu minuttirnar var okkara besta løta í fyrra hálvleik. Magnus Olsen hevði eitt gott fríspark sum kundi enda í málinum, Pól Johannus og Einar kombineraðu í vinstru, og við góðum innleggi var nær við at Andy Olsen skoraði, men Rene Tórgarð bjargaði. Áleyparin hjá okkum nýgiftið Klæmint A. Olsen var líka við nakrar ferðir móti endanum av fyrra hálvleiki at skora, fyrst aftaná innlegg frá Jonhardi og síðan ein høvdara aftaná innlegg frá Pól Johannus, men báðar ferðirnar bjargaði Rene Tórgarð.

Fyrri hálvleikur endaði sostatt 0-0, og vóru tað nokk mest sundalagsmenn sum vóru glaðir fyri tað, tí NSÍ var meiri omaná seinnru helvt av fyrra hálvleiki.

NSÍ gjørdi onga útskifting í hálvleikinum, og frá fyrsta bríksli løgdu teri stórt trýst á EB/ Streym beinanvegin, og innan fyri fyrstu fimm minuttirnar høvdu teir longu havt 3 hornaspørk. NSÍ hevði spælt í móti vindinum í fyrra hálvleiki, og nú høvdu teir lotið undan, og gav hetta møguleika at trýsta enn meira.

EB/Streymur fær als ikki sítt spæl at hanga saman og NSÍ er totalt spælstýrandi, og serliga Einar og Pól Johannus vóru væl við, men sum í fyrra hálvleiki spurdist ov fáir vandamiklir málmøguleikar burturúr.

Aftaná 60 min kemur fyrsta útskiftingin, Jann Martin Mortensen kemur innfyri Pól Johannus Justinussen, sum eisini hevði spælt miðvikulandsdyst, so kreftirnar vóru farnar at ganga undan. Jann Martin fór á høgra kant, meðan Andy var fluttur yvur á vinstra kant.

NSÍ helt fram við at trýsta EB/Streym heilt frammi á vøllinum, og fullu nakrir kjansir til bæði Jann Martin og Klæmint, men inn vildi bólturin ikki.

65 minuttir farnir, Árni tekur stutt horna í høgru til Jann Martin, sum spælir aftur til Árna. Árni trekkjur inn í banan og smekkar til langskot uppá mál, og bólturin sat trygt og flott í netinum aftanfyri Rene Tórgarð sum ongan møguleika hevði at bjarga. Eitt sera flott og uppiborið mál, og stór frøði á NSÍ áskoðarum, sum leingi høvdu sitið á pínubonkinum og bíða eftir hesum forloysandi málinum.

EB/ Streymur mundi svara aftur beinanvegin tá Gunnar Zachariassen púra ótarnaður sendi bóltin innfyri málið har Levi Hansen kom í aftaru stong, men skotið fór við síðuna av málinum, ein sera stórur málmøguleiki til sundalagsmenn.

Hesa næstu løtuna trýstir EB/ Streymur NSÍ, men verjan saman við Kristiani Joensen í málinum vardu væl fyri.

Hinvegin skapti NSÍ eina rúgvu av málmøguleikum, men sigast má at vit eru alt ov ókonsentreraðir tá vit skulu til av avslutta uppá mál, hetta má gerast betri.

Tó so vit høvdu eisini nøkur væl gjøgnumspæld álop, har serliga Magnus, Jann Martin og Klæmint vóru við til at mynda hesi, men neyvleikin manglaði.

NSÍ gjørdi tvær útskiftingar afturat í seinnra hálvleiki, har Sjúrður Jacobsen kom inn fyri Árna Frederiksberg og Haraldur R. Højgaard kom inn fyri Andy Olsen.

EB/Streymur gjørdi síðstu roynd at javna, verjukempan Egil á Bø ( ið 1995 myndaði NSÍ álopið), var settur fram í álopið, men gav hetta ikki úrslit, sum ístaðin gav NSÍ ein risa kontramálmøguleika tá Klæmint spældi Harald leysan, Harald smekkaði til, og var tað ikki fyri eina fantom bjargin frá Rene Tórgarð, so sat tann bólturin í netinum.

Vit vunnu uppiborið hendan dystin, og fingu trý kærkomin stig á Svangaskarði sum hevur verið okkara leikvøllur síðstu dystirnar.

Sum skilst á nærliggjandi keldum verður vøllurin við Løkin lagdur á nú í komandi viku, og tað gleða vit okkum til, og samstundis takka Nes Kommunu og Tofta Ítróttarfelag fyri at vit kundu leika okkara dystir á Svangaskarði, takk fyri tað.

KOYR Á NSÍ

Hesir byrjaðu dystin í dag:
Kristian Joensen, Jonhard Frederiksberg, Anders Brixen Vágseið, Jens Joensen, Einar T Hansen, Andy Olsen (Haraldur R. Højgaard 83min), Magnus Olsen, Karl Løkin, Pól Johannus Justinussen (Jann Martin Mortensen 60min), Árni Frederiksberg (Sjúrður Jacobsen 76 min), Klæmint A Olsen.

Dystarfrásøgn: Trygvi Mortensen

Myndir hjá Johnny Lamhauge

Líknandi tíðindi