NSÍ nýggjan miðvallarleikara

NSÍ hevur gjørt sáttmála við 21-ára gamla Ismail Abdul Razak úr Ghana.

 

Ismail spælir í løtuni við Hapoel Acre, eisini nevnt Hapoel Akko, ið er á fjórða plássi í bestu deilini í Ísrael. Ismail er hóast sín unga aldur fastur maður á miðjuni, og er sambært soccerway.com higartil byrjaður inni í 10 av teimum 11 dystunum hjá felagnum í hesum kappingarárinum.

 

Ismail hevur eisini leikað við ungdómslandsliðum hjá Ghana.

Líknandi tíðindi