Í kvøld fara við í Sarpugerð

Í kvøld kl. 18 dystast Víkingur og NSÍ í Sarpugerði í fyrsta dystinum í øðrum umfari av Vodafonekappingini 2011.

Víkingar stíla høgt í ár, og hava sett sær føroyameistaraheitið sum mál. Í fyrsta umfari seinasta vikskifti taptu teir trupla útidystin móti EB/Streymi. Tað er tí lítil ivi um, at nógv verður lagt fyri í kvøld, soleiðis at teir kunnu blanda seg í oddastríðið so skjótt sum til ber. Víkingar eru kendir fyri sín framúr stríðsvilja, og vilja teir neyvan við góðum loyva øðrum liðum at taka øll stigini frá teimum í Gøtu.

Tað eydnaðist okkum at vinna 2-1 á HB seinasta vikuskiftið heima við Løkin. Hetta var ein dreymabyrjan uppá ársins landskapping. Vit kunnu nú halda fram í góðum treysti hendan komandi mánaðin, har besta liðið hjá okkum spælir dystir í miðal fimta hvønn dag.

Vit leiktu tríggjar dystir móti Víkingi í fjør. Í triðja umfarið taptu vit 2-0 við Løkin. Í 12. umfari vunnu vit 3-2 í sera spennandi dysti í Gøtu. Og í 23. umfari taptu vit 1-0 við Løkin.

Talan var um tríggjar sera tættar dystir. Hóparnir hjá liðunum báðum eru broyttir nakað í vetur. Tí verður spennandi at síggja, hvussu sterk liðini eru í mun til hvørt annað í kvøld.

Áskoðararnir hjá Víkingi eru manssterkir og mælskir og stuðla sínum liði 100%. Vit vóna at síggja nógv viðhaldsfólk í gulum stuðla okkara vespum í Gøtu í kvøld.

Líknandi tíðindi