NSÍ kvinnur leika hálvfinalu í morgin
NSÍ kvinnur leika hálvfinalu í steypakappingini ímóti B36 í morgin 14. november kl. 13.30.
Dysturin verður leikur á Eiði.
Komi fjølment og stuðli NSÍ.
SAMAN STANDA VIT STERK
NSÍ kvinnur leika hálvfinalu í steypakappingini ímóti B36 í morgin 14. november kl. 13.30.
Dysturin verður leikur á Eiði.
Komi fjølment og stuðli NSÍ.
SAMAN STANDA VIT STERK
Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Áki Leitisstein Hansen. 1. Navn? Áki Leitisstein Hansen. 2. Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin og hvar? Tá ið eg búgvi uttanlands, so plagi eg sum oftast at fylgja streyminum, tá ið eg eri heima á klettunum. Eg…
Abraham Løkin gjørdi í kvøld sáttmála við NSÍ.
Eftir eina góða byrjan uppá seinnu hálvu í Effo kappingini, so er næsta uppgávan í vikuskiftinum. Dysturin er sunnudagin kl 15.00 við Løkin ímóti samanlagda liðnum úr Suðuroynni. Tað hevur stóran týdning at góða gongdin heldur áframm, og at NSÌ aftur vinnur sær 3 stig sunnudagin. Vónandi møta nógv fólk upp við Løkin sunndagin, og…
B68-kempan og borgarstjórin í Nes kommunu væntar útisigur Undan dystunum spyrja vit eitt viðhaldsfólk hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar Navn Símin Johannesen Tín yndisleikari hjá B68? Keita Størsta løtan við B68? Tá vit vunnu meistaraskapið í 1984 og 1985. Mikukvøldið møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt. NSÍ hevur seinastu árini verið eitt stabilt lið, sum eisini…
Oddfríður Gregersen hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála við NSÍ. Oddfríður er ein ungur evnaríkur leikari, sum vit eru fegin um at eiga í felagnum. Oddfríður hevur skrivað undir ein 2 ára sáttmála. Vit ynskja Oddfríður tillukku við sínum fyrsta sáttmála í NSÍ, og ynskja honum bestu eydnu.
Tit hava valt Magnus H. Olsen til dagsins mann í dystinum móti EB/Streymi 18. august. Vit vunnu dystin 1-0 og høvdu nógv gott spæl. Magnus var partur av eini vælvirkandi miðju, og hava heili 31 % av tykkum givið honum tykkara atkvøðu. Málskjúttin, Árni Frederiksberg, fekk 18 %, meðan Jónhard Frederiksberg fekk 10 % á…