Hátíðarløta fyri nýggja vøllinum við Løkin

Dysturin millum NSÍ og KÍ í morgin kl. 15 er fyrsti EFFO-deildar dysturin á nýggja graslíkisvøllinum við Løkin.

Í hesum sambandi bjóða NSÍ og Runavíkar Kommuna ókeypis kaffi og kaku frá kl. 14. Eisini ynskir NSÍ, at so nógvir sum gjørligt av ungu leikurum felagsins møta og spæla á vøllinum fyrstu løtuna eftir kl. 14.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, fer at siga nøkur orð, og síðani verður vøllurin latin NSÍ.

Fyrsta almenna skotið á vøllinum fer fyrrverandi formaður felagsins, Jákup Mortensen, at taka. Hann fer at skjóta brotsspark móti NSÍ- og landsliðshetjuni Jens Martin Knudsen.

NSÍ og Runavíkar Kommuna vóna, at nógv fólk møtir til hátíðarløtuna og spennandi EFFO-deildardystin á nýggja graslíkisvøllinum.

Líknandi tíðindi