Betri-liðini

Komið í Gundadal!

Í dag kl. 16 møtast NSÍ og HB í Ólavsøkudysti í Vodafonedeildini í Gundadali. Vónandi fara nógvir fjepparar at leggja leiðina niðan í Gundadal til dystin.

Eingini ivi er um, at bæði liðini fara at gera sítt ítarsta fyri at vinna dystin, sum er fyrsti dysturin hjá feløgunum báðum í seinnu hálvu av kappingini. Tað er nú, vit skulu stríðast fyri endaligu støðuni á stigatalvuni.

NSÍ ynskir at hanga í oddinum av deildini, har B36 og Víkingur longu hava vunnið sínar dystir í 14. umfari av kappingini.

Og HB ynskir at skræða seg leysan av niðaru liðunum í deildini. HB er tiltikið fyri góðan endaspurt í kappingini, og fyri at taka neyðug stig fyri at røkka so góðum úrsliti sum tilber.

Liðini møttust í fyrsta umfari av Vodafonekapingini í ár – ta ferðina vann NSÍ 2-1 við Løkin. Men tað hevur mangan verið trupult hjá okkum í Gundadali.

Tí er neyðugt, at vit øll fara niðan í Gundadal at stuðla NSÍ í dag. Sambært veðurforsøgnunum verður turt allan dag, so karmarnir kring ein spennandi dyst blíva ikki betur.

Koyr á NSÍ – Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi