Úr skotgrøvini: Jóhannus Danielsen, B68

Í skotgrøvini hitta vit sjálvan borgarstjóran í Nes Kommunu, Jóhannus Danielsen, sum hevur drúgvar royndir sum B68-leikari, og við sínum innliti í hagtøl og góðu diplomatisku evnum sær fyri sær ein javleik í morgin.

-Navn og aldur?
Jóhannus Danielsen, 48 ár.

-Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, nógvir dystir eru leiktir við B68. Í fyrstu dystunum í 1983 spældi eg í álopinum, síðani nøkur ár á miðvøllinum, og so nógv ár í miðverjuni.

-Tín yndisleikari hjá B68? – nú og/ella fyrr
Nógvir góðir leikarar hava leikt fyri B68, og yndisleikarar hava verið og eru fleiri, og núverandi venjarin hjá B68, Øssur Hansen, er ein av teimum.

-Størsta løtan við B68?
Árini 1984, 1985 og 1992, tá FM heitini komu í hús, eru nakað heilt serligt fyri okkum B68’arar. Serliga seinasta leikumfar í 1992, í móti NSÍ, tá vit vunnu meistaraheitið á nýggja grasvøllinum, stendur frammaliga í mínum hugaheimi, sum ein stór løta.

-Í morgin spæla B68 og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ hevur seinnu árini verði mannað við leikarum, sum eru uppvaksnir í felagnum, og hevur eftir mínum tykki leikt málsøknan, skjótan og undirhaldandi fótbólt.

-Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í morgin?
Klæmint Olsen hjá NSÍ og Jann Ingi Petersen hjá B68.

-Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
B68 eru uppflytarar, og tískil er NSÍ óiva favorittar at vinna dystin, men talan er um grannauppgerð, og tá er ofta torført at meta um úrslitini. Hetta er 24. árið, at B68 og NSÍ hava lið samstundis í bestu deildini, og liðini hava leikt 52 dystir ímóti hvørjum øðrum. NSÍ hevur vunnið 19, B68 hevur vunnið 18 og 15 eru endaðir javnt.
Eg vænti tað verður javnleikur, 1-1.

Líknandi tíðindi