Klæmint NSÌ ari til og við 2014

Fremsti málskjúttin hjá NSÍ, 21 ára gamli Klæmint A. Olsen, hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið, so hann heldur fram sum NSÍ-ari til og við kappingarárið 2014.

– Tað er gleðiligt fyri bæði felagið og plássið, at vit fáa longt sáttmálan við besta framherjan í føroysku kappingini, og vit eru sera fegin um at fáa júst hasa undirskriftina upp á pláss, sigur Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ.

– At Klæmint velur at longja sáttmálan, passar eisini sera væl til okkara mál um at byggja á egið grundarlag. Vit hava ungar og evnaríkar spælarar, vit kunnu byggja eitt gott lið rundanum, so vit eru væl brynjaðir til framtíðina.

Sjálvur er Klæmint eisini fegin um at halda fram í NSÍ næstu tvey kappingarárini, og hann undirstrikar, at hann í øllum førum onga orsøk heldur vera at skifta til nakað annað føroyskt felag: Eg vil vera í NSÍ – NSÍ er mítt barndómsfelag, og tað er her, eg vil vera. Vit hava nógv at berjast fyri í ár, nú vit liggja á vandaplássi, men eg vil fegin hjálpa NSÍ, sigur Klæmint, sum á myndini sæst saman við forkvinnuni í NSÍ, Kinnu Fritsdóttir Olsen.

Næsta avbjóðingin hjá Klæminti og hinum í NSÍ verður á ovara vølli í Gundadali í Havn í annaðkvøld klokkan 18.30, tá seinni dysturin í Europa League skal spælast ímóti Differdange úr Luxembourg, sum vann 3-0 í fyrra dystinum.

– Vit hildu ikki, at trý mál vóru á muni á okkum og teimum í fyrra dystinum, har teir fingu bílig mál, vit sjálvir høvdu skyldina av. So vit hava góðar vónir um eitt nógv betri úrslit, nú vit taka ímóti teimum, sigur Klæmint A. Olsen.

KELDA: Hilmar Jan Hansen Portal.fo

Líknandi tíðindi