Dreingir U-14 góða byrjan uppá kappingarárið

Frásøgn Dan Lamhauge

Í fjør vann NSÍ FM í U14. Í ár skulu dreingirnir so verja FM heitið, og fyrstu lunnarnir vórðu lagdir undir hetta, tá okkara dreingir vunnu útidystin móti 07 Vestur við 3-1.

Tað var kalt í Sandavági leygarmorgunin. Hitamátarin vísti 2 stig, og fríska lotið
fekk viðhaldsfólkini at fara í ketilsdraktirnar. Men á vøllinum merktist lítið til kuldan. Okkara løgdu bragdliga fyri. Teir stýrdu dystinum fyrstu løtuna, og longu í 3. minutti legði Aron Knudsen NSÍ á odda, tá hann fylgdi upp, tá málmaðurin hálvbjargaði skoti frá Pæturi Hentze.

Í 15. minutti var júst øvugt. Aron vinnur bóltin í vinstru síðu, smekkar til og málmaðurin hálvbjargar, og Pætur smekkar bóltin í málið til 2-0. Nú mundu tey flestu halda væl standa til.

Men væl vaksnu vágadreingirnir góvu ikki upp. Spakuliga vunnu teir seg longur og longur fram á vøllin. Men einamest spældu teir “langar” bóltar fram til kvika áleyparan, sum Rani Lamhauge annars pakkaði væl inn.

Men í 25. minutti minkar 07 Vestur um munin. Eftir at verjan ikki fær rudda bóltin burtur, endar hann úti í høgra borði hjá 07 Vestur, har ein av teirra leikarum smekkar bóltin inn fyri málið. Har sleppur ein annar heilt ótarnaður at smekka bóltin í málið uttan møguleika hjá Peturi Sjúrði Lamhauge at møta.

Hesa løtuna høvdu 07 Vestur dreingirnir 2 aðrar góðar møguleikar at fáa mál, men báðu ferðina rullaði bólturin beint framvið málinum.

Í hálvleikinum mundi Harry Knudsen, venjari, hava tosað við stórum bókstavum. Okkara komu út til seinna hálvleik, og teir stýrdu dystinum. Tó, so høvdu 07 Vestur onkran góðan møguleika, men Petur Sjúrður stóð har, sum hann skuldi.

Í hinum endanum høvdu vit fleiri næskar royndir. Aron, Mórits Heini, Meinhard og Pætur høvdu allir royndir á málið. Størstu møguleikarnir fullu tó til innskifta Dávid á Roykheyggi, men í dag lá ikki fyri at skora. Dávid hevði tó næstseinasta fót á 3. málinum, sum Aron setti inn. Hetta var í seinasta minutti í dystinum.

Samanumtikið kunnu vit siga, at okkara dreingir stýrdu størsta partinum av dystinum. Hetta var fyrsti dystur í ár, og góða samanspælið sást bert í stuttum løtum. So hvørt sum fleiri dystir verða leiktir, verður hetta heilt víst eitt lið, sum verður spennandi at fylgja.

Teir, sum mannaðu liðið í dag, vóru: Petur Sjúrður Lamhauge, Rani Lamhauge, Mórits Heini Mortensen, Benjamin Knudsen, Aron Knudsen, Heðin Nielsen, Kári Hansen, Pætur Hentze, Sonni Mikkelsen, Elmar Jacobsen, Dávid á Roykheyggi og Meinhard Johansen.

Venjarar vóru Harry Knudsen og Álvur Jacobsen.

Líknandi tíðindi