Klæmint í fínum selskapi

Klæmint A. Olsen og Páll A. Klettskarð eru í fínum selskapi, nú gylti skógvurin yvir toppskjúttar í Europa skal gevast.

Tað er ESM (European Sports Media), ið gevur gylta skógvin til toppskjúttan í Europa. Síðani blívur eitt tal brúkt at falda við alt eftir styrkini í kappingini. M.a. skulu málini í Premier League og La Liga faldast við 2, meðan tey í Superliguni í danmark skulu faldast við 1,5. Í Føroyum skal talið faldast við 1. Seinastu árini hevur Linoel Messi vunnið heiðurin. Tað eru Luis Suarez, Christiano Ronaldo og Diego Costa, ið liggja javnir á odda nú, har Suarez hevur spælt færri dystir enn hinir. Og millum leikarar sum Suarez, Ronaldo, Aguero og Ibrahimovic finna vit eisini føroyingarnir Klæmint A. Olsen og Páll A. Klettskarð. Klæmint liggur á deildum 16. plássi, meðan Páll liggur á deildum 22. plássi.

Listin sær soleiðis út:

1. Diego Costa (Atlético Madrid) 17 x 2 = 34
Cristiano Ronaldo (Real Madrid) 17 x 2 = 34
Luis Suarez (Liverpool) 17 x 2 = 34
4. Nerijus Valskis (FK Suduva) 27 x 1 = 27
5. Sergio Agüero (Manchester City) 13 x 2 = 26
Fredy Montero (Sporting CP) 13 x 2 = 26
Giuseppe Rossi (ACF Fiorentina) 13 x 2 = 26
8. Alfred Finnbogason (sc Heerenveen) 16 x 1,5 = 24
9. Vladimir Voskoboinikov (Nõmme Kalju) 23 x 1 = 23
10. Marko Devic (Metalist Kharkiv) 15 x 1,5 = 22,5
Philipp Zulechner (SV Grödig) 15 x 1,5 = 22,5
12. Rimo Hunt (Levadia Tallinn) 22 x 1 = 22
Robert Lewandowksi (Borussia Dortmund) 11 x 2 = 22
Jackson Martinez (FC Porto) 11 x 2 = 22
Vitali Rodionov (BATE Borisov) 14 x 1,5 = 22
16. Leon Benko (HNK Rijeka) 14 x 1,5 = 21
Kamil Bilinski (Zalgiris Vilnius) 21 x 1 = 21
Zlatan Ibrahimovic (Paris Saint-Germain) 14 x 1,5 = 21
Kostas Mitroglou (Olympiakos Piraeus) 14 x 1,5 = 21
Klaemint Olsen (NSÍ Runavik) 21 x 1 = 21
Evaldas Razulis (Atlantas) 21 x 1 = 21
22. Antoine Griezmann (Real Sociedad) 10 x 2 = 20
Páll Klettskard (KÍ) 20 x 1 = 20
Mario Mandzukic (Bayern München) 10 x 2 = 20
Adrian Ramos (Hertha BSC Berlin) 10 x 2 = 20
Carlos Tevez (Juventus) 10 x 2 = 20

Kelda: Norðlýsið og Tipsbladet

Líknandi tíðindi