Jens og Jónhard dagsins menn móti AB og HB


Síðani dystirnar móti AB við Løkin 27. sept. og móti HB í Havn 2. okt. hava tit havt møguleikan at velja dagsins mann í hesum báðum dystunum.

Eftir dystin móti AB valdu tit Jens til dagsins mann. Jens hevur verið sera eyðsýndur í verjuni í ár, og móti AB eydnaðist tað so eisini honum at skora sigursmálið í hinum endanum. Jens fekk 31% (68 atkv.) av teimum 222 givnu atkvøðunum.

Nummar tvey og trý í atkvøðugreiðsluni eftir AB-dystin gjørdust András við 10% (23 atkv.) og Jústinus við 10% (22 atkv.).

Eftir dystin  móti HB hava tit valt Jónhard til dagsins mann við 17% (44 atkv.) av teimum 253 givnu atkvøðunum. Jónhard hevur somuleiðis verið sera álítandi í verjuni í ár, og hevur megnað at tiltuska sær eitt landsliðspláss aftur.

Næstir Jónhard vóru Jústinus við 15% (38 atkv.) og Klæmint við 11% (28 atkv.).

Vit ynskja Jens og Jónhard tillukku og annars øllum góða eydnu í dystinum móti B36 í Havn í dag.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

[poll id=”26″]
[poll id=”27″]

Líknandi tíðindi